Deni Pavlovic kom til Klakvíkar í 2018. Síðani hevur hann sambært FaroeSoccer spælt 68 dystir fyri KÍ, og serbin hevur skorað 10 mál - harímillum tvey mál í Europa League. Tað fyrra av teimum var tað fyrsta í søgu felagsins á útivølli í evropeiskum dysti (1-1 málið á Malta móti Birkirkara). Deni er upprunaliga verjuleikari men hevur í ár fyri tað mesta spælt á sentrala miðvøllinum, har hann serliga seinastu mánaðirnar hevur gjørt tað sera væl. Nú er so greitt, at Deni og KÍ hava longt sáttmálan, so at hann er galdadi til endan av kappingarárinum 2022.
Deni Pavlovic er í gongd við sítt triðja kappingarár í KÍ (Mynd: Sverri Egholm)
Nýggi sáttmálin hjá Jonn Johannessen er galdandi til kappingarenda 2023. Lokali álopskendi leikarin hevur veruliga gjørt um seg í ár og hevur nú undirskrivað ein trý-ára sáttmála við barndómsfelagið. Hann spældi sín fyrsta dyst fyri besta liðið hjá KÍ í 2018 sum 16 ára gamal og hevur síðani spælt 56 dystir. Jonn er skrásettur fyri 16 mál á besta liðnum - seinast skoraði hann í Champions League-dystinum móti Young Boys í Bern.
Hetta var fyrsta Champions League-málið hjá Jonn Johannessen, men ikki tað fyrst í evropeiskum fótbólti: Í fjør fekk hann tvey móti Tre Fiori. Nummar 11 hjá KÍ verður hálvtíðariyrkisleikari. Jonn hevur saman við KÍ tikið avgerð um, at hann bert arbeiður hálva tíð afturat fótbóltinum, soleiðis at hann kann brúka meira tíð til at menna seg sum yrkisleikara, skrivar heimasíðan hjá KÍ
- Eg havi verið sera væl nøgdur við tey 3 árini, eg havi verið á besta liðnum. Eg læri hvønn dag bæði frá Mikkjal og mínum viðleikarum. Enn eri eg bert 18 ára gamal, og tí er nógv eftir at læra. KÍ er eitt øgiliga proffessionelt felag, og gleði eg meg til tey næstu 3 árini her, sigur Jonn við ki.fo.
Jonn Johannessen og formaður felagsins, Tummas Lervig (Mynd: Norðlýsið)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald