Fótbóltur

Jordan Henderson er kosin ársins leikari í Premier League

Fótbóltsskrivararnir í Onglandi hava valt liðformannin hjá Liverpool til ársins leikara í Premier League hetta kappingarárið.

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2020-07-24 16:05 Author image
Niels Pauli Danielsen
placeholder

Jordan Henderson er kosin ársins leikari í Premier League hetta kappingarárið av fótbóltsskrivarunum.

Liverpool liðskiparin vann heiðurin í kapping við Kevin De Bryune úr Manchester City, Marcus Rashford úr Manchester United og liðfelagarnir úr Liverpool Virgil Van Dijk og Sadio Mane.

Henderson hevur verið ein týðandi leikari á Liverpool liðinum, sum vann sítt fyrsta meistaraheitið í 30 ár.

Í januar mánað í ár var Henderson eisini valdur til ársins leikara á enska landsliðinum.   

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder