Annað

Julian Gregersen er danskur meistari á 10.000 metrum

Klaksvíkingurin hevði ein flottan endaspurt í hitanum í Herning og vann við tíðini 32.37,93. Ragnar Rasmussen og Neli Heldarskarð endaðu eisini í topp-fimm í DM.

Julian Gregersen hevur aftur gjørt bart í stórari kapping á langteini (Mynd: danskatletik)

Julian Gregersen hevur aftur gjørt bart í stórari kapping á langteini (Mynd: danskatletik)

2026-06-28 20:47 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Julian Gregersen hevði eitt frálíkt 2025. Umframt oyggjaleikagull, setti klaksvíkingurin fleiri føroyskt langteinamet, sum høvdu staðið leingi, og vann aðrar kappingar.

Góða gongdin hjá Gregersen heldur fram, og í dag hevur rennarin úr Treysti tryggjað sær danska meistaraheitið í 10.000 metra renning.

Hetta var í sambandi við DM-vikuna í Herning, har nógvur hiti var.

Kringvarpið og Frælsur Ítróttur Føroya skriva, at renningin í hitanum var ógvuliga taktisk, men klaksvíkingurin vann við frálíkum endaspurti.

Serliga var seinasti kilometurin hjá Juliani Gregersen frálíka flottur: 2,41 minuttir. 

Samlaða tíðin hjá 28-ára gamla føroyska gullvinnaranum 32.37,93 minuttir í síðsta kappingardegnum á sonevndu DM-vikuni í Herning. Hann var trý sekund frammanfyri nummar tvey, skriva kvf.fo og FIF.

Tveir aðrir føroyingar stóðu seg eisini væl í DM. 

Talan var um Ragnar Rasmussen (33.14,36) og Nela Heldarskarð. (34.03,71). Teir endaðu ávikavist nummar fýra og fimm. Harvið júst ov stuttir til heiðursmerki men góð kapping hjá argjamonnunum.

Neli Heldarskarð var saman við Julian Gregersen við at vinna liðgull fyri Føroyar á Oyggjaleikunum í 2025. Ragnar Rasmussen er eisini íðin rennari av Argjum, sum er búsitandi í Danmark.



placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder