Kappróður

Juniorrógvarar úttiknir til DM

Juniorrógvararnir sum skulu umboða Føroyar í Gladsaxe 20. januar eru úttiknir.

2023-12-24 12:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í sambandi við nýggju inniróður lógina hjá Róðrarsambandinum er sett ein úttøkunevnd at velja teir rógvarar, sum skulu umboða Føroyar á inniróður landsliðnum, at kappast í uttanlanda kappingum.

Í úttøkunevndini sita Magnus Norðberg, Kristian Linklett Mortansson, Jakup Joensen og landsliðsvenjarin, Sarita Kristina Hansen.

Nevndin hevur úttikið juniorrógvarar, sum skulu umboða Føroyar í Gladsaxe 20. januar, har kappast verður um danmarksmeistaraheitið í innirógving.

Næsta heimliga inniróðurkapping verður 9. mars 2023 í Høllini við Streymin, har kappast verður um Gran Prix- og FM-heitini.

Úttikin at umboða Føroyar til DM 20. januar 2024 eru:

U13 Gentur - Sirið Helena Agarsdóttir, Froðbiar Sóknar Róðrarfelag

U13 Dreingir - Arnar Daniel Hjaltason, Vágs Kappróðrarfelag

U14 Gentur - Olivia Mortensen, Vágs Kappróðrarfelag

U15 Gentur - Vár Fróðadóttir, Róðrarfelagið Tindur

U15 Gentur - Petra Johnsdóttir, Róðrarfelagið Tindur

U15 Dreingir - Rúnar Emil Dalsá, Róðrarfelagið Tindur

U16 Dreingir - Jónas Glerfoss Hansson, Róðrarfelagið Tindur

U18 Dreingir - André Johannesen, Róðrarfelagið Tindur

EM og HM verður í Prag, Kekkia 23. og 24. februar. Úttøkan av rógvarum til hesa kappingina er ikki endaliga komin uppá pláss enn.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder