2011-2012 kappingarárið markaði eitt siðaskifti í Serie A. Ikki tí at tað er óvanligt, at Juventus vinnur fremstu italensku deildina, men eftir at steypið hevði verið í Milano í nøkur ár og at "gamla daman" hevði verið niðri í Serie B og vent orsakað av "Calciopoli-skandaluni", var Juventus aftur á tindinum. Har hevur felagið verið síðani, og í gjárkvøldið vann felagið meistaraheitið níggjundi ferð á rað.
Tað var 35 ára gamli Cristiano Ronaldo sum í yvirtíðini í 1. hálvleiki setti hol á í heimadystinum móti Sampdoria við Claudio Ranieri á odda. Hetta var mál nummar 31 hjá nummar sjey úr Portugal, ið nú hevur vunnið sjey meistaraheiti samanlagt í Onglandi, Spania og Italia, í Serie A í ár.
Federico Bernardeschi skoraði til 2-0 miðskeiðis í 2. hálvleiki, og so hjálpti tað lítið hjá Inter, at vinna 3-0 í Genoa leygarkvøldið og hjá Lazio at vinna 5-1 í gjár. Nú tvey umfør eru eftir, er munurin frá Juventus niður til hesi liðini ávíkavist sjey og átta stig. Atalanta spældi 1-1 javnleik móti AC Milan fríggjakvøldið, og er nú átta stig aftanfyri Juventus.
Tá korona støðgaði Serie A fyribils var bert eitt stig ímillum Juventus og Lazio, men teir í hvítum og svørtum hava verið sterkast seinastu tíðina og eru nú aftur meistarar.
Juventus-fjepparar fegnaust á gøtunum í gjárkvøldið (Mynd: EPA)
Fótbóltur
Juventus er aftur meistari
Níggjunda meistaraheitið á rað, og nummar 36 í røðini hjá felagnum úr Torino, kom í hús í gjárkvøldið.
Juventus-leikarar fegnast eftir málið hjá Cristiano Ronaldo til 1-0 (Mynd: EPA)
2020-07-27 08:49
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald