
Hann byrjaði inni í 1. deildardysti í Leirvík fyri júst einari viku síðani, 5. apríl, og aftur tveir dagar seinni í kappingini um Løgmanssteypið í Gundadali.
Hetta kann man, sambært reglugerðini hjá FSF, helst ikki. Spælarar, sum eru yvir 21 ár, kunnu ikki byrja inni í tveimum dystum fyri tvey ymisk lið, sama leikdag.
Fríggjadagur, leygardagur, sunnudagur og mánadagur verða roknaðir sum ein leikdagur stendur í grein 8, stk. 4 í kappingarreglunum.
Av tí at Ahmed Issah latif er 22-ára gamal, so kemur hann ikki undir "serregluna". Spuriningurin er so millum annað, um tað er nakað øðrvísi nú talan er um ein 1. deildardyst og steypadyst og ikki ein 1. deildardyst og ein landskappingardyst.
Tað var bolt.fo, sum vísti á hetta í gjár, og skjótt skal Aga- og Etiskanevndin hjá FSF taka støðu til málið. Hetta hevur fingið Portalurin upplýst í dag.
HB sendi kæru inn í gjár. Kærufreistin her er sum skilst fimm dagar. Felagið heldur seg hava eina góða sak fyri at vinna steypadystin á skrivaraborðinum. Millum annað tí at B68 í 2022 vann ein dyst á B36 eftir kæru um ólóligan spælara.
Tá hevði spælarin spælt sín triðja dyst í umfarinum, tá feløgini hittust í Betrideildini - í hesum førinum er tað tveir dystir frá byrjan, sum er trupulleikin.
Í greinunum hjá FSF og í onkrum fordømum er "lægra liðið" revsað. So er spurningurin, hvat Aganevndin kemur til her í aðru viðgerðini, har KÍ er íblandað, hendan mánaðin.
Spurningurin er eisini, hvussu langa tíð hetta tekur. Sum nú er, skulu KÍ og B36 spæla fjórðingsfinalu í steypakappingini 21. apríl. Tað er tó nakað, sum er heldur ivasamt, tí hoyringsfreistin er fimm dagar. Páskini koma, og helst fer man at royna alt, sum man kann at finna eina avgerð skjótt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald