Annað

Kaj og Elias hava vunnið EM pláss til Føroyar

Í EM undankapping í sandflogbólti í Cardiff vunnu teir innanhýsis dystin ímóti Jónsteini og Sofus og harvið tryggjaðu teir sær pláss í finaluni, sum verður leikt seinni í dag, umframt at teir tryggjaðu Føroyum eitt pláss í EM endaspælinum.

2026-08-02 11:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kaj Johannesen og Elias B. Jensen vunnu innanhýsis dystin ímóti Jónsteini Jacobsen og Sofusi B. Mortensen og harvið tryggjaðu teir sær pláss í finaluni, sum verður leikt seinni í dag.

Samstundis tryggjaðu teir Føroyum eitt pláss í EM endaspælinum, sum verður í 2027.

Síðsti dysturin í dag hjá Kaj og Elias er ímóti Andorra. Hetta er dystur um 1. plássið í innleiðandi bólkinum, tí tað er longu greitt, at Andorra verður mótstøðuliðið í finaluni.

Jónstein og Sofus leika í løtuni ímóti Írlandi. Hetta er eisini liðið, sum teir seinni fara at møta í dysti um 3. plássið í samlaðu kappingini.

Flogbóltssamband Føroya

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder