Nú nærkast av álvara til Olympisku Leikirnir í Tokyo fara av bakkastokki í juli, og samstundis sum Japan stríðist við enn einari bylgju av koronusmittu, minkar undirtøkan hjá japanska fólkinum fyri at halda OL í summar.
Japanskir miðlar gera javnan meiningakanningar um undirtøkuna fyri OL, og úrslitið av seinastu kanningini vísir aftur á minkandi undirtøku.
Miðilin Asahi Shimbun boðar í dag frá, at seinasta kanningin hevur víst, at 43 prosent av fólkinum ynskir, at OL verður avlýst, meðan 40 prosent ynskir, at tað verður útsett enn einaferð.
Tað merkir, at tilsamans 83 prosent eru ímóti at hava OL í summar sum ætlað.
Í líknandi kanning hjá Asahi Shimbun, sum varð gjørd fyri einum mánað síðani, søgdu 69 prosent, at tey vóru ímóti at hava OL í summar sum ætlað, skrivar Ritzau.
Upprunaliga skuldi OL í Tokyo vera í 2020, men leikirnir vórðu útsettir í eitt ár orsakað av farsóttini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald