placeholder
Fótbóltur

Kappingarárið í Onglandi verður skotið í gongd í dag

Manchester City og Chelsea spæla í dag árliga Community Shield dystin á Wembley.

Chelsea og Manchester City hittast á Wembley i dag
(Mynd: EPA)

Chelsea og Manchester City hittast á Wembley i dag (Mynd: EPA)

2018-08-05 12:31 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir HM-endaspælið í Russlandi hevur mest fokus verið á undanumførini í Evropa League og Champions League; í øllum førum her heima har fýra føroysk lið hava luttikið.

Annars hava venjingardystir verið á skránni, har stórfeløgini kring Evropa fyri tað mesta hava stilla við nógv viknaðum liðum, har profilar hava mangla ella spælt lítið.

Nú nærkast kappingarbyrjan tó av álvara, og eitt vakið eyga er sjálvandi á Ongland, har enska Premier League í langa tíð hevur fangað áhugan hjá føroyskum fótbóltsáhugaðum.

Í dag klokkan 15.00 skjóta meistararnir og steyapavinnararnir kappingarárið í gongd á tjóðarleikvøllinum. Manchester City og Chelsea bresta saman, og sjálvt um steypið, ella skjøldrið, ikki verður roknað sum eitt stórt steyp, so er hetta starskotið til eitt nýtt og langt kappingarár.

Liðið hjá Pep Guardiola var í fjør heilt suverent í Premier League og vann við met nógvum stigum. Kappingarárið var í roynd og veru avgjørt væl áðrenn mai, og nú skal City byggja uppá frálíku gongdina. Tað er ein sera sterkur hópur, ið ríka felagið hevur til taks, og sum í dag skal royna seg á Wembley.  

Chelsea hevði eitt miseyndað kappingarár í kjalarvørinum av Premier League-heitinum í 2016/2017 og týðiliga innanhýsis stríðnum í felagnum, ið tók seg upp seinasta summar. Antonio Conte tyktist ónøgdur við alt møguligt, og Chelsea megnaði ikki at náa topp-fýra og harvið Champions League-luttøku. Tó vann Chelsea finaluna í FA Cup á Manchster United. Nú er ein nýggjur italienskur venjari við róðrið; talan er um Maurizio Sarri, ið seinast var í Napoli. 

Tað verður ein áhugaverd styrkismeting í dag, tá tveir av avbjóðaranum til Premier League-heiti hittast. Kappingin byrjar fríggjakvøldið, men hetta er fyrsti almenni dysturin í kappingarárinum. Inntøkurnar fara til vælgerandi endamál.

Kl.15.00: Manchester City - Chelsea (Kanal 6)  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder