Annað

Kappríðingin við Leynavatn útsett til í morgin

Vegna veður er kappríðingin, sum skuldi byrja seinnapartin, útsett til í morgin.

Í dag er ikki veður til at skipa fyri kappríðing, og tí er hon útsett til í morgin (Mynd: Ríðingarfelag Føroya)

Í dag er ikki veður til at skipa fyri kappríðing, og tí er hon útsett til í morgin (Mynd: Ríðingarfelag Føroya)

2022-06-18 10:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Árliga kappríðingin við Leynavatn, sum skuldi byrja klokkan 15 í dag, er útsett til í morgin.

Tað boðar Føroya Ríðingarfelag frá í dag.

– Tað er ikki hugsingur um at ríða kapp við Leynavatn í dag, tí er árliga Leynavatnskappingin hjá Føroya Ríðingarfelag útsett.

– Vónin er at vatnið er minkað so mikið til tá, at tað ber til at ríða kapp eftir sandinum, skrivar Ríðingarfelagið.

Kappríðingin verður tí eftir ætlan í morgin, sunnudagin 19. juni, klokkan 15.

Á kappríðingini við Leynavatn verður kappast í skeið, tølt, trav, og tvíspor.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder