Í dag hevur Tórshavnar kommuna skrivað undir leigusáttmálar við Havnar Róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørr, um grundøki til nýggj róðrarneyst við nýggju bátahavnina í Álakeri, sum nú er komin væl áleiðis.
Tað skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
Grundøkini verða 600 m2 hvørt, og verða staðsett oman móti sjóvarmálanum, niðanfyri gamla róðrarneystið hjá Havnar Róðrarfelag.
Umframt at róðrarfeløgini kunnu byggja nýggj neyst og felagshøli, er ein nýggjur bátadráttur til róðrarbátarnar eisini gjørdur í bátahavnini. Hesin dráttur er ein sonevndur flótidráttur, sum fer at gera tað munandi lættari at flota og draga bátarnar enn áður.
Í næstum verður bátahavnin í Álakeri tikin formliga í nýtslu við lítlum hátíðarhaldi, har ið nýggju og betraðu umstøðurnar hjá róðrarfeløgunum báðum eisini verða royndar í verki.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald