Fótbóltur

Kári skal døma dyst í bólkaspæli

Føroysk dómarakvartett hevur stóra uppgávu hósdagin í Estlandi: Kári á Høvdanum, Andrew Christiansen, Dan Højgaard og Alex Troleis skulu leiða dyst í UEFA Conference League bólkaspælinum.

Kári Jóannesarson á Høvdanum fær góð ummæli fyri avrik síni í evropeisku dystunum, og nú hevur hann ein dyst í einum bólkaspæli fyri framman (Mynd: Sverri Egholm)

Kári Jóannesarson á Høvdanum fær góð ummæli fyri avrik síni í evropeisku dystunum, og nú hevur hann ein dyst í einum bólkaspæli fyri framman (Mynd: Sverri Egholm)

2021-11-02 11:11 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hósdagin 4. november sleppur føroyska dómarakvartettin við Kára á Høvdanum á odda av álvara at royna seg í altjóða høpi.

Nýggja UEFA Conference League er ein góður møguleiki hjá fleiri liðum at røkka einum evropeiskum bólkaspæli, og dreymurin er at eitt føroyskt lið megnar hetta um ikki so langa tíð. Nú eru føroyskir dómarar teir fyrstu at bróta múrin.

Kári á Høvdanum, og aðrir føroyskir dómarar, hava seinastu árini havt nógvar evropeiskar uppgávur men ongantíð áður í einum bólkaspæli.

Heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum skrivar, at UEFA hevur sett Kára á Høvdanum, Andrew Christiansen, Dan Højgaard og Alex Troleis at døma dyst í bólkaspælinum í UEFA Conference League millum FC Flora Tallinn úr Estlandi og Anorthosis Farmagusta FC úr Kýpros. Kári skal leiða dystin inni á vøllinum, Andrew og Dan vera hjálpardómarar/linjuverjar, og Alex fjórði dómari í Tallinn

[object Object]
Alex Troleis, Dan Højgaard, Kári á Høvdnum og Jan Hermansen til evropeiska uppgávu í Noreg í summar. Hesuferð er Andrew Christiansen við ístaðin fyri Jan

– Hetta verður enn ein stór uppliving og avbjóðing sum dómari, og eg gleði meg ótrúliga nógv. Nú ræður um at vit, allir fýra, sum skulu leiða hendan dystin, fyrireika okkum so væl sum tilber, sigur 31-ára gamli Kári Jóanessarson á Høvdanum, sum hevur verið virkin sum dómari seinastu tólv árini, og verið altjóða dómari umboðandi Føroyar síðan 2018.

Heimasíðan hjá FSF skrivar eisini, at undan dystinum eru FC Flora Tallinn og Anorthosis Farmagusta FC ávikavist nummar 3 og 4 í bólkinum við einum stigi í part. Tá liðini hittust í Nicosia á Kýpros fyri tíggju døgum síðan gjørdist úrslitið javnleikur 2-2.

Føroysk fótbóltssøga verður skrivað hósdagin klokkan 15.30, tá Kári á Høvdanum bríkslar í gongd fyri fyrstu ferð í estiska høvuðsstaðnum

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder