Í morgin tekur B36 ímóti The New Saints í 2. umfari í Europa League. Talan er um eina spenanndi uppgávu fyri árstalsfelagið og fyri føroyskan fótbólt.
Ein av føroysku fótbóltsdómarunum hevur eisini tikið eitt stig víðari. Vanligt er ikki, at føroyskir dómarar døma, tá tað er komið longur enn 1. umfar í evropeisku kappingunum, men í seinasta mánaði gjørdu UEFA - UEFA Referee Officers - av, at FIFA-dómarin Kári Jóannesarson á Høvdanum slapp upp í bólk
Les meira: Kári á Høvdanum fær stóra viðurkenning
Orsøkin er góð avrik, tá Kári hevur dømt evropeiskar dystir, og hetta gevur møguleikan at døma dystir seinni í kappingunum. Hesuferð skal 30-ára dómarin úr Syðrugøtu, sum leygarkvøldið dømdi oddadystin í Klaksvík, døma ein dyst í 2. umfari í Europa League. Hann verður á Skonto Stadium í Riga, har Tre Fiori úr San Marino vitjar Riga FC.
Jóannes Bjartalíð í dysti móti Tre Fiori í Gundadali í fjør.10' arin skoraði tvey mál og KÍ vann 5-1.
Heimaliðið er stórfavorittur ímóti liðnum, sum KÍ samanlagt vann 9-1 ímóti í undanumfarinum í Europa League í fjør.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald