Hondbóltur

Keldur: Elias Ellefsen á Skipagøtu skal til Aalborg næsta summar

TV2 skrivar í kvøld, at Aalborg Håndbold er nær við at fáa avtalu í lag við føroyska spælskiparan - keldur hjá Portalinum vátta eisini, at so at siga alt er uppá pláss.

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur spælt við THW Kiel síðani 2023. Sáttmálin millum føroyingin og týska stórfelagið gongur út næsta summar - umframt at spæla oddadystir móti GOG spælir Aalborg nú javnt við millum tey fremstu í Champions League (Mynd: Jens Kr. Vang)

Elias Ellefsen á Skipagøtu hevur spælt við THW Kiel síðani 2023. Sáttmálin millum føroyingin og týska stórfelagið gongur út næsta summar - umframt at spæla oddadystir móti GOG spælir Aalborg nú javnt við millum tey fremstu í Champions League (Mynd: Jens Kr. Vang)

2026-09-20 21:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á sumri 2023 fór Elias Ellefsen á Skipagøtu til THW Kiel eftir eina ógvuliga væleydnaða tíð í svenska IK Sävehof.

Tíðin í ynskifelagnum hjá ungu føroysku stjørnuni hevur verið upp og niður: Stórir dystir í Champions League, Final 4 fyrsta árið, fleiri løtur sum stórur álopskendur profilur og millum toppskjúttarnar í Bundesliguni, men tíverri eisini skaðar, ein venjari/leikháttur sum ikki altíð hóskaði til Elias og sum heild sveiggjandi úrslit hjá liðnum.

Sáttmálin millum partarnar gongur út næsta ár, og seinastu tíðina hevur ligið í luftini, at framtíðin hjá 24-ára gamla hoyvíkinginum fer at liggja aðrastaðni.

Onnur lið í Bundesliguni, so sum Gummersbach og Rhein-Neckar Løwen, hava ligið framvið og verið møguleikar. Sum skilst hevur áhugi eisini verið úr ungarska stórfelagnum Veszprem. 

Men fyrr í kvøld skrivaði danska TV2, at Aalborg er nær við at fáa fatur á "føroyska stjørnuspælskiparanum". Hetta skal, sambært miðlinum vera enn ein "handil á hægstu hill" hjá Aalborg Håndbold og ein styrkur í royndini at vinna Champions League. Heimasíðan tv2.dk skrivar, at Aalborg skjótt kann almannakunngerða avtaluna.

[object Object]
Elias móti Óla og GOG sum her til Wenzel Nordic Cup? Jú, uttan so at Óli Mittún skiftir næsta summar, so bendir alt á tað (Mynd: Jens Kr. Vang=

- Ógvuliga nær við at vera uppá pláss

Portalurin hevur seinastu tíðina tosað við fleiri keldur í og kring hondbóltsheimin í Norðurevropa. Tað hevur verið óvist, hvønn veg tað fór hjá Eliasi Ellefsen á Skipagøtu, men vit hava nú eisini fingið váttað hetta:

Alt bendir á eitt skifti til Aalborg Håndbold. 

Fyrr í vikuskiftinum fingu vit upplýsingar um, at eitt sáttmálauppskot var komið úr Aalborg, og sambært okkara keldum er tað mesta nú uppá pláss.

Harvið kann Elias Ellefsen á Skipagøtu enda sum ein avloysari fyri Juri Knorr, sum eftir øllum at døma skal til PSG næsta summar.

Aalborg hevur sett seg á danskan hondbólt og hevur millum annað Niklas Landin og Thomas Arnoldssen á liðnum. Aalborg var í Final Four í Champions League í fjør og í finaluni í 2024.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder