Keypmannahavn, Danmark (Portalurin) - Á stuttum tíðindafundi seinnapartin, í einum lítlum høli í einum horni á Parkini - sum í stóran mun var óegnað til høvi setti landsliðsformaðurin orð á nøkur viðurskifti. Vit spurdu 29-ára gamla miðvallaran um trý ymisk ting.
Hallur um at spæla við einum felagi aftur – hann hevur spælt fimm dystir fyri Vejle síðsta mánaðinum.
Tað er sjálvandi ikki nakað negativt við tí. Nú havi eg spælt nakrar dystir í Vejle, og tað hevur verið fínt; tað følist gott at koma í gongd aftur.
Um føroyska miðvøllin, sum verður uttan leikbannaða Brand Hendriksson.
- Vit vita ikki liðið enn, men tað er ikki nakað, ið vit hugsa so nógv um. Tað er sjálvandi keðiligt, at Brandur ikki er við, men soleiðis er fótbóltur, og vit hava aðrar góðar leikarar.
(Mynd: Sverri Egholm)
Um atfinningarnar móti grasteppinum í Parkini, ið Hallur spældi á fyri Vejle 31. oktober.
- Eg skilji væl kritikkin av grasinum, tí FCK er størsta felag í Norðurlondum. Men eg havi spælt á nógv verri vallum í Superligaini, og tá man koyrir vætu á hann, so er tað ein fínur vøllur, sum eg ikki ætli at grenja um.
Um avrikið og úrslitið móti Danmark seinast, og hvat tað kann brúkast til (spurningur frá donskum tíðindafólki).
- Vit vildu geva føroyska fólkinum nakað aftur og millum annað vaska dystin í Herning av okkum, sum ikki eydnaðist væl hjá okkum. Vit spældu ein fínan dyst, men veit ikki um vit kunnu brúka dystin í Føroyum til nakað í mun til hendan, tí dysturin í morgin verður heilt øðrvísi og í øðrum øðrvísi.
Tróndur Arge frá FM1 bað Hall seta orð, á millum annað hvussu nógv hann gleddi seg til stóra dystin, nú hann veruliga nærkaðist, og at sleppa at ganga á odda fyri føroyska liðnum til tað.
Til tað svaraði Hallur millum annað, at tað fór at vera nakað serligt at spæla á útsselda leikvøllinum í morgin, og hann hevur roynt nógv ting sum fótbóltsleikari, men ikki heilt tað sum hann sleppur í annaðkvøld stutt áðrenn klokkan 19.45, tá hann leiður hinar føroyingar inn í Parkina.
Sí eisini: Myndir: Føroyingarnir á grasinum á Parkini
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald