Fótbóltur

KÍ - AB: Tveir leikarar fingu sín fyrsta dyst í Betrideildini

Annar var ein 18-ára gamal klaksvíkingur - hin var leikari úr Belgia, ið júst er komin til føroyskan fótbólt.

Hannes Debois vinnur nærdyst við Boris Dosljak, annan av málskjúttunum hjá KÍ í 2-0 dystinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

Hannes Debois vinnur nærdyst við Boris Dosljak, annan av málskjúttunum hjá KÍ í 2-0 dystinum (Mynd: Jens Kr. Vang)

2020-07-23 14:51 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tá eitt korter var eftir av dystinum við Djúpumýrar í gjárkvøldið skifti AB 26-ára gamla Hannes Debois inn á sentrala miðvøllinum. Belgiski leikarin, ið hevur vant við á Argjum í eina tíð, avloysti Bjarna Skála.

Hann hevur fyri tað mesta spælt í lægru deildunum í Belgia, men var í 2019 í Tailandi og spældi - Uros Stojanov hevur eisini roynt seg í Tailandi. Debois er landsmaður hjá Jasper van der Hayden, ið hevur spælt 10 dystir fyri AB í Betrideildini í ár. 

[object Object]Debois roynir at vinna bóltin frá Børga Petersen, ið er javngamal við Gulak Jacobsen, ið sæst hita upp í bakgrundini (Mynd: Jens Kr. Vang)

Beint áðrenn yvirtíðin byrjaði, kom Gulak Jacobsen inn á vøllin fyri Páll Andrasson Klettskarð. Gulak hevur verið í hópinum hjá KÍ nakrar ferðir í ár, men hetta var fyrstu ferð, at hann kom inn. 18-ára gamli leikarin hevur spælt 11 dystir fyri 1. deild í ár - teir flestu á høgra bakki, hóast kviki og ágangandi leikarin upprunaliga er álopssinnaður leikari. Hann kom aftur til barndómsfelagið á summri í fjør eftir yvir tvey ár í Sønderjyske og fekk sáttmála í vetur. 

KÍ vann dystin 2-0.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder