KÍ og HB spældu í kvøld sín fyrsta dyst í Betrideildini í ein mánað. Arvafíggindarnar brustu saman í Klaksvík, og nógv stóð uppá spæl. Tað var serliga heimaliðið, ið hevði tørv á teimum trimum stigunum, og hetta sást eisini. Tað var KÍ, ið var omaná næstan heilt frá byrjan; hevði bóltin væl meira og hevði nakrar málmøguleikar, men tí størstu fekk Teitur Gestsson vart væl fyri. Tað var eftir skot frá Páll Klettskarð. Møguleikin kom, eftir at Jóannes Kalsø Danielsen hevði vunnið bóltin frá Daniel Johansen, og hevði funnið Páll væl.
Liðið hjá Mikkjali Thomassen hevði nakrar aðrar vandamiklar støður. HB fekk ikki spælt seg til nakað fyri steðgin, men Heðin Hansen hevði ein góðan stútara í samband við hornaspark, men bólturin fór beint uppum. Tað var í samband við eitt horna hjá HB næstan beinanvegin í 2. hálvleiki, at KÍ kom á odda. Teir í bláum og hvítum fingu ruddað burtur, Patrik Johannesen fekk fatur á bóltin og streyk avstað í høgru. Tvøramaðurin var miðskeiðis á egnari hálvu, tá hann smekkaði bóltin yvirum og fram á HB-hálvuna. Patrik fann Jóannes Bjartalíð, ið hevði runnið seg í góða støðu, og 10' arin setti bóltin sera væl niður í longra málhornið av brotsteigarmarkinum.
Myndir: KÍ - HB
Fimm minuttir seinni vann eyðsýndi Ole Erik Midtskogen eitt fríspark í góðari støðu. Aftur var Bjartalíð uppá spæl við sínum gylta vinstra beinið. Innleggið úr høgru lá sera væl, og Páll stýrdi bóltinum tað seinasta í málið. 55 minuttir, 2-0 og tað sá út til, at føroyameistararnir høvdu fult tamarhald á støðuni. Tá ein tími var leiktur, kom Pætur Petersen inn fyri Hilmar Leon Jakobsen. Tað tyktist sum um, at skálvíkingurin við sínum ágangandi spæli og orku sett meira lív í hjá HB, og Heðin Hansen varð eisini fluttur longur fram. KÍ royndi at halda fram við at trýsta høgt og gjørdi tað trupult hjá útiliðnum, ið tó fekk tingini at hanga saman betur.
Adrian Justinussen byrjaði inni í einum dysti fyri fyrstu ferð síðani í 5. umfari 28. mai. KÍ-leikararnir hildu vakið eygu eftir 7'aranum hjá HB, ið ikki kom til skot í dystinum, men tá eitt korter var eftir fekk hann fatur á bóltinum í vinstru síðu. Adrian gjørdi eina tunnel við Bjartalíð, kom til baklinjuna, og umvegis Jákup Andreasen kom bólturin inn í málteigin, har Mikkel Dhal fekk kastað seg fram. 2-1 og nú var av álvara spenningur í aftur. Í 82. minuttir fekk HB ein stóran møguleika, tá Dan í Soylu gjørdist púra fríur til vinstru í KÍ-brotsteignum, eftir at Daniel Johansen og Adrian spældu væl saman. Skotið hjá miðvallaranum fór tó beint framvið.
Nærri kom HB ikki. KÍ megnaði at fáa tíðina at avvísa tað ið kom, at fáa tíðina at ganga og var eisini sera nær við at økja, tá nýggi leikarin, Abubakar Ibrahim, royndi seg. Eftir seinasta bríksl var stór frøi á meginpartinum av mongu áskoðarunum, ið vóru til staðar í kvøld til inntensa klassikaran, ið KÍ samanlagt vann uppiborið. Við úrslitinum í kvøld er KÍ tvey stig aftanfyri HB, ið tapti fyri bert aðru ferð í ár. Liðini fara møguliga at verða heilt tøtt til seinasta leikdag, tá tey hittast aftur í Klaksvík.
Betrideildin 17. umfar
Við Djúpumýru 12.09 - fluttur frá 23.08
KÍ - HB 2-1 (0-0)
49' Jóannes Bjartalíð (Patrik Johannesen) 1-0
55' Páll Andrasson Klettskarð (Jóannes Bjartalíð) 2-0
75' Mikkel Dahl 2-1 (Adrian Rúnason Justinussen)
KÍ: Kristian Joensen - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Heini Vatnsdal, Jesper Brinck - Jóannes Bjartalíð (90' Abubakar Aliyu Ibrahim), Deni Pavlovic, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen - Ole Erik Midtskogen, Páll Andrasson Klettskarð (74' Jonn Johannessen - 90' David Skrbec)
HB: Teitur Matras Gestsson - Heri Hjalt Mohr, Bartal Wardum, Delphin Tshiembe, Daniel Johansen - Mathias Nygaard, Heðin Hansen, Dan í Soylu - Adrian Rúnasson Justinussen (87' Øssur Dalbúð), Mikkel Dahl, Hilmar Leon Jakobsen (60' Pætur Petersen)
Bonkur: Jákup Højgaard, Jógvan Rói Davidsen, Tróndur Jensen, Pætur Petersen, Hørður Askham, Øssur Dalbúð, Samuel Johansen Ckukwudi
20.00: NSÍ - B36 (0-0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald