FSF: Í morgin rullar bólturin aftur í Betri Deildini hjá kvinnum, og meðan stórur spenningur kann væntast í tveimum av dystunum, so hevur oddaliðið á pappírinum lættastu uppgávuna á skránni.
Dystirnir í 10. umfari eru:
Kl. 14.00: ÍVB – HB
Stutti summarsteðgurin mundi koma serstakliga væl við hjá júst hesum báðum liðunum, sum hava havt eina trilvandi byrjan uppá kappingarárið, og bæði fara heilt víst á vøllin í morgin fyri at vinna trý kærkomin stig. Fyrsti dysturin teirramillum í ár endaði við javnleiki, og tað er als ikki óhugsandi, at dysturin í morgin fær somu lagnu.
Hóast HB liðið er mannað við nógvum framúr góðum fótbóltsspælarum, so hevur liðið havt trupult við at avgera sínar dystir í ár. Álopsmaskinan frá í fjør varð sundurpilkað, fyrst tá Heidi Sevdal skifti til NSÍ, og síðan tá Rebekka Fjallsá Benbakoura bleiv rakt av knæskaða beint áðrenn kappingarbyrjan.
Liðið hevur tó havt løtur og dagar við góðum spæli og nógvum málum – eitt nú í seinasta dysti, har tær vunnu heili 5-1 á EBS/S. Við dananum John Petersen við róðrið hevur HB eisini tikið seg fram, og við so nógvum talenti í hópinum er torført at ímynda sær annað, enn at liðið er røttu kós.
Hjá ÍVB er tað serliga skaðislistin, sum hevur sett sín keðiliga dám á kappingina, bæði tá hugsað verður um stabilitetin og huglagið í hópinum. Felagsliðið hevur tó ongantíð lagt kongin uttan stríð, og tær eru serliga sterkar á álopskenda miðvøllinum, har Jensa Tórolvsdóttir, Mona Rasmusdóttir og liðskiparin Jacoba Langgaard saman kunnu geva einum og hvørjum mótstøðuliði høvuðbrýggj.
Kl. 14.15: B36 – NSÍ
B36 tekur ímóti NSÍ á Tórsvølli í einum dysti um 2. plássið í deildini. Runavíkingar eru undan dystinum tvey stig frammanfyri havnakvinnur, harumframt hava tær spælt ein dyst færri, og samanumtikið hava tær sostatt betri kort á hondini, tá hugsað verður um landskappingina. Men dysturin í morgin er víðopin og spennandi í fleiri mátar, og innanhýsis standa liðini púra jøvn.
Liðini hittust í eystanstevnudysti í fjórða umfari, og tá endaði við 1-1 javnleiki, áðrenn B36 vann brotssparkkappingina um stevnusteypið. Kappingarárið hevur higartil hilnast betri enn væntað frammanundan hjá báðum liðunum, og í báðum legum síggjast styrkir og veikleikar, sum tilsamans ger tað sera trupult at taka dagar ímillum.
B36 avrikar væl og skjótt frameftir vøllinum, spælið gongur væl gjøgnum skjótu leikararnar á síðunum, til dømis Báru Magnussen og Ester Ellingsgaard – sum báðar enntá eru blaðungar – og harumframt eisini liðskiparan Olgu Kristinu Hansen, sum skipar spælið á miðjuni. Liðið skorar mál í flestu dystunum, men hevur samstundis sera trupult við at halda málið reint, og tað hevur kostað teimum dýrt í stigum higartil í ár.
Hjá NSÍ hevur eisini gingið sera væl í fyrsta partinum av landskappingini, og liðið hevur higartil savnað sær 12 stig í átta dystum. Við Heidi Sevdal á odda eru NSÍ vandamiklar í hvørjum einasta dysti, og aðrar hava eisini víst seg sum góðskuleikarar, eitt nú Unn Hvidbro sum er við í tí mesta hjá NSÍ og nú eisini finnist í bruttohópinum til A-landsliðið. Harumframtt hevur NSÍ styrkt seg við Margunn Lindholm, sum væntandi verður at síggja sum NSÍ-ari fyri fyrstu ferð í morgin.
Kl. 15.00: EBS/Skála – KÍ
Føroyameistararnir hava enn ikki hugt afturum seg í ár, og við fullum stigatali stevna tær beint ímóti meistaraheitinum enn eina ferð. Í morgin gongur leið teirra til Eiðis, har unga felagsliðið tekur ímóti.
Hjá EBS/Skála hevur verið langt ímillum stigini higartil í ár. Ein javnleikur móti B36 og ein sigur móti HB er tað blivið til, meðan tær hava verið fyri tapi í øllum hinum dystunum. Hugburðurin tykist tó góður á liðnum, sum serliga hevur bitið frá sær á heimavølli, og tað er eisini á Eiði, at stigini hjá EBS/Skála eru komin á kontuna.
Uppgávan í morgin verður tó truplari enn vanligt, tí vitjandi liðið er KÍ, sum hevur vunnið allar sínar dystir higartil í ár. Sjáldan við nógvum málum, men altíð trygt og sannførandi, serliga tá Rannvá B. Andreasen er komin inn miðskeiðis í seinna hálvleiki – í nógvum førum við avgerandi týdningi fyri dystin.
Hópurin hjá føroyameistarunum er tó meira enn royndasti leikarin í landinum. Evy á Lakjuni ger seg veruliga galdandi við málskjótingini í ár, og í hinum endanum syrgja serliga Óluva Joensen í málinum og Ragna Patawary og Birita Ryan í miðverjuni fyri, at KÍ er sera trupult at skora ímóti. Oddaliðið stendur tó við eini avbjóðing á miðvøllinum, nú liðskiparin Eyðvør Klakstein vegna barnsburð ikki spælir meira í ár, og spennandi verður tí at síggja, hvussu KÍ stillar upp frá byrjan í morgin.
Stigatalvan í Betri deildini hjá kvinnum
1. KÍ (27 stig)
2. NSÍ (12 stig)*
3. B36 (10 stig)
4. HB (9 stig)
5. ÍF/Víkingur/B68 (9 stig)*
6. EBS/Skála (4 stig)
*Ein dyst færri
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald