KÍ hevur í ár verið einaráðandi í Betrideildini hjá kvinnum, og í dag vann liðið sín 14. sigur útav 14 møguligum Talan var um 5-0 sigur á B36 í Gundadali. Tað varð 0-1 í 3. minutti, síðani gekk ein tími til 0-2 málið, og ímóti endanum skrædnaði tað hjá B36. Tóra Mohr, Sanna Svarvadal, Evy á Lakjuni, Hervør Olsen og Durita Hummeland skoraðu málini fyri KÍ
KÍ-kvinnurnar fóru síðani beinleiðis til Runavíkar at hyggja eftir NSÍ - ÍVB. Tær vistu, at um NSÍ ikki vann, so var føroyameistariheiti ein veruleiki. ÍVB var eisini á odda 2-0, tá 20 minuttir vóru leiktir við málum frá royndu Mary Ann Zachariassen og Jacobu Langgaard. Monika Sumberg Samuelsen fekk munkað um munin í 62 minutti, og Margunn Lindholm javnaði djúpt inni í yvirtíðini.
Hetta var tó ikki nóg mikið hjá NSÍ í mun til at halda fast í teoritiska møguleikanum at fáa fatur á KÍ, og tann møguleiki hevði allíkavæl farið burtur skjótt. NSÍ kann nú fáa 24 stig - hevur átta dystir eftir - men hevur 25 stig upp til suverna oddaliðið, ið nú er føroyameistari.
Hetta er annað meistarheiti á rað hjá KÍ og nummar 19 í hesari øldini, har 17 tey fyrstu komu upp í slag (2000-2016) Samanlagt hevur KÍ vunnið tjúgu FM-heiti í bestu deildini hjá kvinnum. Tað fyrsta kom í 1997.
Í komandi mánaði skulu KÍ-kvinnurnar royna seg í Champions League. Í vetur skal liðið hjá Aleksandar Djordjevic royna at vinna The Double, og í KÍ er tað helst sera stór motivatión eftir at vinna allar tjúgu dystirnar í Betrideildini.
Á Eiði vann EBS/Skála, fyri aðru ferð í ár, tepurt á HB. Lea Lisberg skoraði einsamalla málið í dystinum, ið kom beint fyri steðgin.
Støðan í Betrideildini hjá kvinnum:
1
|
|
14
|
14
|
0
|
0
|
40
|
11
|
+29
|
42
|
|
2
|
|
12
|
4
|
5
|
3
|
23
|
16
|
+7
|
17
|
|
3
|
|
13
|
3
|
5
|
5
|
22
|
21
|
+1
|
14
|
|
4
|
|
12
|
3
|
4
|
5
|
16
|
19
|
-3
|
13
|
|
5
|
|
12
|
2
|
5
|
5
|
15
|
20
|
-5
|
11
|
|
6
|
|
13
|
2
|
1
|
10
|
9
|
38
|
-29
|
7
|
Kelda: FaroeSoccer
14. umfar
30.08
B36 - KÍ 0-5(0-1)
NSÍ - ÍVB 2-2 (0-2)
EBS/Skála - HB 1-0 (1-0)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald