Fótbóltur

KÍ er úti av Champions League

Tveir heldur keðiligir dystir millum KÍ og Kauno Zalgiris, har føroyameistararnir ikki kendu sína vitjunartíð, og so revsaði litavar í 85. minutti á heimavølli. Harvið skal KÍ spæla í Europa League næstu vikurnar - mest sannlíkt verður tað móti danska meistaraliðnum.

KÍ'arnir stríddust væl og gjørdu tað mesta rætt uttan bólt uttan fleiri lyklaspælarar, men litaviska meistaraliðið var hvassari - tað var als ikki eitt lið, sum KÍ ikki kundi koppað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

KÍ'arnir stríddust væl og gjørdu tað mesta rætt uttan bólt uttan fleiri lyklaspælarar, men litaviska meistaraliðið var hvassari - tað var als ikki eitt lið, sum KÍ ikki kundi koppað (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-07-29 19:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyrsti møguleikin at tryggja deildarspæl kom og fór hjá føroyameistarunum. Tveir dystir og einki mál móti litaviska meistaraliðnum, har liðið hjá Magnusi Powell tó hevði fleiri møguleikar og annars tyktiskt merkt av missinum av Árna Frederiksberg og øðrum lyklaspælarum. Millum annað Jákup B. Andreasen og Odmar Færø.

Talan var, eins og í fyrra dystinum í Klaksvík, um tvey varin lið, har KÍ var vælskipað og hevði størru málmøguleikarnar. Teir vóru tó ikki nógvir, og eins og í 2. hálvleiki í síðstu viku, vantaði hvassleikin tá KÍ kom til veruliga góðu støðurnar í 1. hálvleiki í dag.

Skot hjá Filipi Brattbakk var blokerað í málteignum. Eftir gott spæl í vinstru burdi norðmaðurin skorað uppá fría skotið mitt fyri. Løtu seinni fann Hallur Hansson við góðum innleggi Gastón Tellechea, men stútarin hjá miðverjanum fór stutt framvið. Eisini argentinin var púra fríur. 

Eitt av fáu skotunum ímóti kostaðu KÍ - tveir møguleikar eftir

Tað vísti seg, at tað vóru hesar støðurnar, sum KÍ burdi gagnnýtt í Litava. Tí eftir steðgin megnaði útiliðið so at siga einki fram eftir vøllinum. Í ógvuliga tætta dystinum snúði tað seg fyrst og fremst um at halda tætt, og tað eydnaðist so at siga allan vegin - tað luktaði av álvara av longdari leiktíð í Litava.

Men Kauno Zalgiris tók meira yvir so við og við, sum KÍ'arnir gjørdu fleiri mistøk við bóltinum. Og í 85. minutti revsaði útiliði náðileyst. 

Litavar vóru púra vandaleysir í Klaksvík og fyri steðgin í dag: Teir í kongabláu vardu væl fyri so at siga øllum. Men Kauno Zalgiris hevði havt nakrar innlegsstøður út á 2. hálvleik, og tá Leon Krekovic fekk pláss í mótálopi, smekkaði hann bóltin í KÍ-málið.

1-0, og hóast Árni Frederiksberg síðani kom á vøllin, so var tað ov seint. KÍ megnaði ikki at skapa nakra veruliga málroynd aftur og má staðfesta, at Champions League-árið er av.

[object Object]
KÍ-vónbrot í Litava (Mynd: Klaksvíkar Ítróttafelag/Kronberg Photography)

Eitt vónbrot, tí tað var so tætt vóru har, og hetta var á pappírinum besti møguleikin at tryggja eitt deildarspæl. Tey í og kring KÍ munnu hugsa, at hetta var eitt lið, man saktans kundi koppað.

Men KÍ hevur tveir møguleikar eftir. Av tí at liðið hjá Powell kom víðari úr 1. umfari í Champions League, fer liðið nú niður í Europa League.

Um tað ikki skuldi eydnast í 3. umfari har, eitur tað play-off í Conference League. Eftir øllum at døma eru donsku meistararnir á skránni í Europa League. AGF er í løtuni eisini á veg út av Champions League.

Champions League 2. umfar
Seinni dysturin, mikudagin 29. juli í Jonava
Kauno Zalgiris - KÍ 1-0 (0-0) - 1-0 samanlagt
85' Leon Krekovic 1-0

Meira um dystin sæst her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder