Fótbóltur

KÍ eyðmýkti HB - Víkingur fekk glið á

Tað endaði 4-0 í Klaksvík og 4-1 í Sarpugerði. Tungir dagar eru hjá 07 Vestur, sum í dag tapti fyri TB - B36 og B68 spældi javnt í Gundadali.

KÍ'arar kundu aftur fegnast um sigur á HB, men hesaferð var heilt stórur munur, tá arvafíggindarnir hittust (Savnsmynd: Sverri Egholm)

KÍ'arar kundu aftur fegnast um sigur á HB, men hesaferð var heilt stórur munur, tá arvafíggindarnir hittust (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-17 17:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fýra teir fyrstu dystirnir í 6. umfari í Betrideildini eru av - í løtuni spæla NSÍ og FC Suðuroy fimta og seinasta dystin í Runavík.

Til ber at fylgja við ovast á portal.fo

KÍ setti í dag eina feita striku undir, at man er væl frammanfyri HB á øllum økjum í løtuni. Tað var ikki so stórur munur í einum rótutum 1. hálvleiki, har eitt sjálvmál hjá HB var einasta málið. Eftir steðgin var tó klassamunur, og KÍ kundi fingið fleiri enn tey trý málini. Tey skoraðu vælspælandi Patrik Johannesen, Jákup Biskopstø Andreasen og Odmar Færø, har serliga tað hjá Jákupi kom við ógvuliga flottum álopi.

4-0 og størsti sigurin hjá KÍ í ár - og tann størsti hjá KÍ á arvafíggindanum í langa tíð. Hetta avrikið eigur at geva sjálvsrannsakan í HB, sum nú hevur trý tap á rað í øllum kappingum. Liðið hjá Magnusi Powell hevur framvegis fult stigatal.

[object Object]
Patrik Johannesen skoraði eitt mál og legði upp til tvey í heilt greiða sigrinum hjá KÍ á HB (Savnsmynd: Sverri Egholm)

[object Object]Mynd: Sverri Egholm

Í dag bragdaði hjá Víkingi, sum vann sær trý stig og skoraði heili fýra mál, tá EB/Streymur vitjaði. Atli Gregersen fekk hol á stutt eftir steðgin, áðren Boubacar Dabo javnaði við brotssparki. Seinastu tjúgu minuttirnar gjørdi heimaliðið tó bart: Olaf Bárðarson, Jørgen Nielsen og Sølvi Vatnhamar skoraðu.

Fyrsti sigur hjá føroyameistarunum í Betrideildini í ár. Heldur skaðadarvaða liðið hevur í flestu dystunum havt nógvar stórar møguleikar uttan at gagnnýta - nú var tað meira effektivt.

[object Object]
Nummar fýra skoraði eitt av fýra málum hjá Víkingi í sigrinum á EB/Streymi (Savnsmynd: Sverri Egholm)

07 Vestur er nú av álvara fyri seg í botninum. Tað eydnaðist ikki at fáa nakað burturúr í Trongisvági, har TB í dag vann sín fyrsta sigur í 2025.

Edvin Jakobsen legði annars 07 Vestur á odda eftir 25 minuttir í sínum fyrsta Betrideildardysti í seks á, men TB svaraði aftur: Fyrst Mohammed Samba tíggju minuttir seinni, og í 72. minutti gjørdist 18-ára gamli lokali Tummas Pauli Christiansson gjørdist dystaravgerandi.

B68 vann sær óvæntað eitt stig í Gundadali. Karstin Clementsen skoraði longu eftir 13 minuttir, og Símun Sólheim javnaði fryi B36 í 65. minutti. B36 hevði annars vunnið fýra dystir á rað samanlagt áðrenn kundi komið undir liðuna á HB við sigri.

TB - 07 Vestur 2-1 (1-1)
26' Edvin Jakobsen (Janus Svabo Samuelsen) 0-1
35' Mohammed Samba 1-1
72' Tummas Pauli Christiansson (Mikal Tummasarson) 2-1

Meira um dystin her

B36 - B68 1-1 (0-1)
13' Karstin Clementsen (Sebastian Lau Nielsen) 0-1
65' Símun Sólheim 1-1

Meira um dystin her

KÍ - HB 4-0 (1-0)
15' Sjálvmál 1-0
57' Patrik Johannesen (Filip Brattbakk) 2-0
68' Jákup Biskopstø Andreasen (Patrik Johannesen) 3-0
77' Odmar Færø (Patrik Johannesen) 4-0

Meira um dystin her

Víkingur - EB/Streymur 4-1 (0-0)
53' Atli Gregersen 1-0
60' Boubacar Dabo 1-1
71' Olaf Bárðarson (Poul Kallsberg) 2-1
84' Jørgen Nielsen 3-1
90 (+3)' Sølvi Vatnhamar 4-1

Meira um dystin her 

17.00: 
NSÍ - FC Suðuroy

Stigatalvan
1. KÍ 18 stig
2. NSÍ 15 stig *
3. HB 12 stig
4. B36 10 stig
5. EB/Streymur 7 stig
6. FC Suðuroy 6 stig
7. Víkingur 5 stig
8. TB 5 stig
9. B68 4 stig
10. 07 Vestur 1 stig

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder