2020-09-01 12:40
Tað er sjálvandi sera jaligt fyri KÍ, at liðið í 3. umfari í Europa League, 24. september, fær møguleikan at spæla á heimavøll - tó at hetta verður á Tórsvølli.
Tað keðiliga er, at KÍ helst fekk tað torførasta lutakastið á pappírinum. Dinamo Tbilisi er greitt tað sterkasta liðið í georgiskum fótbólt og er stórfavorittur móti Connah's Quay úr Wales í 2. umfari.
KÍ fær endaliga at vita, hvat lið kemur til Føroya at spæla, tá walisiska og georgiska liðið hava spælt. Tann dysturin verður í Wales 17. september.
B36 skal spæla á útivølli og fær sera torføra uppgávu, um liðið kemur víðari móti The New Saints
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald