Fótbóltur

KÍ fekk frálíkt lutakast - HB kann møta liðnum hjá Gunnari Vatnhamar

Nú er greitt, hvørjum føroysku stórfeløgini møta, um tey spæla seg víðari úr 2. umfari í Conference League. KÍ dróg lið úr Slovakia ella Hvítarusslandi, og hetta vóru teir á pappírinum bestu møguleikarnir.

KÍ avgreiddi fyrstu evropeisku uppgávuna í ár væl: Tveir sigrar á finska SJK (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ avgreiddi fyrstu evropeisku uppgávuna í ár væl: Tveir sigrar á finska SJK (Mynd: Sverri Egholm)

2025-07-21 13:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

KÍ og HB hava hósvkøldið og næsta hókvøld stórar uppgávur fyri framman í 2. umfari í Conference League.

Har hevur KÍ á pappírinum ein nakað betri møguleika - móti Radnicki úr Serbia. HB skal basa Brøndby yvir tveir dystir fyri at koma víðari.

Nú er greitt, hvørjum føroysku stórfeløgini møta, um tey spæla seg víðari úr 2. umfari í Conference League.

Conference League 3. umfar:

Týsdagin 7. august: 
Radnicki 1923/KÍ -  FC Kosice/Neman Grodno (skal spælast á Tórsvølli tá tað er Q3)

Villaznia/Víkingur Reykjavík - HB

Seinnu dystirnir verða spældir týsdagin 14. august

[object Object]Skíggjamynd: UEFA

HB fekk eitt fínt lutakast. Víkingur Reykjavík má metast sum favorittur í uppgerðini móti Villaznia - Gunnar Vatnhamar er tó skaddur í løtuni.

KÍ kundi, um illa vildi til, standa at møta einum av hesum liðunum: Viking FK, Dundee United FC, RSC Anderlecht ella AIK Stockholm. 

Tískil sær tað fínt út at skula spæla móti mótstøðu úr Slovakia ella Hvítarusslandi, um tað eydnast suverena oddaliðnum úr Betrideildini at spæla seg víðari úr 2. umfari.

Dagført: 14.06

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder