
KÍ hevur í kvøld fram enn eitt risa bragd: Aftanfyri tvær ferðir á útivølli móti svensku meistrunum svaraðu føroyameistararnir aftur og avgjørdu síðani alt í brotssparkskapppingini.
Har vóru teir í bláum kaldari, og svenski málverjin bjargaði fimta svenska skotinum, áðrenn verjuspæalrin Vegard Forren síðani nýtti sín frálíka vinstra fót til at senda KÍ í 3. umfar í Champions League og tryggja KÍ eitt evropeisk bólkaspæl.
Hetta er søguligt kvøld í føroyskum fótbólti, og vit ynskja KÍ hjartaliga tilukku.
Nógv meira úr Göteborg seinni.
Champions League 2. umfar, seinni dysturin
Bravida Arena, mikudagin
BK Häcken - KÍ 6-7 eftir brotssparkskapping - 3-3 eftir longda leiktíð
17' Árni Frederiksberg (Luc Kassi) 0-1
24' Tobias Sana 1-1
49' Amor Layouni 1-2
55' Árni Frederiksberg (Luc Kassi) 2-2
105 (+1)' Ibrahim Sadiq 3-2
109' Sivert Gussiås (Árni Frederiksberg) 3-3
Brotssparkskapping:
4-3: Hacken skorar
4-4: Árni Frederiksberg
5-4: Hacken skorar
5-5: Jákup Biskopstø Andreasen
6-5: Hacken skorar
6-6: Patrick da Silva
Hacken brennir
Sivert Gussiås brennir
Nils Jonathan Johanson bjargar
7-6: Vegard Forren skorar
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald