Tað eru longu fleiri vikur síðani, at vælspælandi kvinnurnar úr KÍ tryggjaðu sær FM-heitið í Betri deildini, og tað var eisini staðfest leygardagin, tá síðsti leikdagur var. KÍ vann 3-1 móti á B36 og kundi við góðari samvitsku taka ímóti gullinum.
Gullgaggur og gyltir leikbúnar tóku ímóti B36 við Djúpumýru, men gestirnir smæddust ikki burtur í gullveitsluni. B36 bjóðaði væl og virðiliga meistarunum av í fyrra hálvleiki, og tað var tí ikki óuppiborið, tá havnarkvinnur løgdu seg á odda eftir 20 minuttir við máli frá Elisabeth Vang. Hóast KÍ fleiri ferðir lá framvið, so megnaðu gestirnir at standa ímóti til hálvleiks, men so gekk tað heldur ikki longur.
![]()
![]()
Sí fleiri myndir: KÍ føroyameistari 2020
 
 Seinni hálvleikur var bert sjey minuttir gamal, tá Evy á Lakjuni javnaði til 1-1, og eftir fleiri atsóknir móti B36 málinum, sendi Victoria á Lakjuni KÍ á sigurskós við einum væleydnaðum langskoti, sum brast í yvirleggjaran, áðrenn bólturin fór í málið.
Lítla løtu seinni fekk Evy høvið til at seta punktum fyri kappingarárið, tá KÍ fekk brotsspark. Toppskjúttin skoraði trygt, og staðfesti samstundis sína støðu sum toppskjútti í ár við 17 málum.
![]()
Hetta er annað árið á rað, at kvinnurnar úr Klaksvík gjørdust meistarar, og samanlagt tjúgundu ferð at KÍ-kvinnurnar hava vunnið føroyameistaraheitið.
NSÍ tryggjaði sær silvurið við sigri á ÍF/Víkingi/B36, meðan HB vann bronsuna.
Føroyameistarar 1985-2020
1985 – B36
 1986 – HB
 1987 – B36
 1988 – HB
 1989 – HB
 1990 – Skála
 1991 – ÍF
 1992 – Skála
 1993 – HB
 1994 – HB
 1995 – HB
 1996 – B36
 1997 – KÍ
 1998 – B36
 1999 – HB
 2000 – KÍ
 2001 – KÍ
 2002 – KÍ
 2003 – KÍ
 2004 – KÍ
 2005 – KÍ
 2006 – KÍ
 2007 – KÍ
 2008 – KÍ
 2009 – KÍ
 2010 – KÍ
 2011 – KÍ
 2012 – KÍ
 2013 – KÍ
 2014 – KÍ
 2015 – KÍ
 2016 – KÍ
 2017 – EBS/Skála
 2018 – EBS/Skála
 2019 – KÍ
2020 – KÍ
                
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald