Fótbóltur

KÍ hevur latið nethandil upp

Møguligt er at keypa leikarablusur og venjingarklæðir, umframt nógvar ymsar fjepparalutir. Felagið vil gera tað lætt og einfalt fyri fjepparar at ogna sær ymiskar KÍ lutir.

Í nethandilinum kunnu fjepparar á einfaldan hátt ogna sær klæði og ymiskar aðrar KÍ lutir (Mynd: Sverri Egholm)

Í nethandilinum kunnu fjepparar á einfaldan hátt ogna sær klæði og ymiskar aðrar KÍ lutir (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-08 19:30 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Vit vilja gera tað møguligt hjá øllum KÍ fjepparum at ogna sær ymiskar KÍ lutir - lætt og einfalt. Tí hava vit gjørt av at gera ein nethandil til endamálið.

Hetta skrivar KÍ á heimasíðu sínari, nú felagið hevur latið ein nethandil upp. Har verður møguligt at keypa leikarablusur og venjingarklæðir, umframt nógvar ymsar fjepparalutir so sum handklæði, serveringsbretti, krúss, suttir, mateskju og annað við búmerkinum hjá KÍ á - umframt at nógv er í bláum.

Boðað verður frá, at allir pakkar verða sendir við Posta, og tað er ókeypis, um ein keypir fyri yvir 995 kr. Um ein heldur vil heinta pakkan, kann tað gerast í Telebúðini í Klaksvík, eftir at bílegging er framd í nethandlinum.

[object Object]

Mynd: ki.fo


Leikarablusurnar fyri 2021 koma út í februar 2021, og tí er ikki møguligt at geva eina blusu í jólagávu. Tó er eitt gávubræv gjørt til eina 2021 KÍ leikarablusu við prenti eftir egnum ynski, sum verður prentað á tjúkt A4 pappír við eini serligari heilsan frá Mikkjali Thomassen, høvuðsvenjara, á.

Nethandilin er  partur av nýggju heimasíðuloysnini, sum KÍ hevur arbeitt við í nærum eitt ár, sigur Rói Clementsen, marknaðarsamskipari hjá KÍ. Høvuðsheimasíðan verður klár til kappingarbyrjan 2021.

Nýggi nethandilin er her

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder