Fyrsti dysturin í 16. umfari í Betrideildini verður leiktur í kvøld. Hann verður við Djúpumýrar, har ÍF vitjar. Hetta verður, sambært verandi skrá, seinasti dystur í Betrideildini hjá KÍ, áðrenn HB kemur til Klaksvíkar 10. september.
Fyri KÍ hevur tað alstóran týdning at fáa trý stig í kvøld, so at trýst framhaldandi verður lagt á HB, ið er fimm stig frammfyri - oddaliðið spælir í morgin móti AB. Føroyameistararnir hava síðani lítla steðgðin miðskeiðis í juli havt eina góða gongd: Fýra sigrar í fýra dystum og eina málúrttøku áljóðandi 17-0 - 13 av málunum eru skoraði í tveimum teimum seinastu dystunum, har KÍ meginpartin av tíðini hevur verið í einari 3-5-2 leikskipan (á Skála og við Margáir)
Deni Pavlovic og KÍ skúgvaði NSÍ til viks beint áðrenn ólavsøku. Serbin skoraði tá til 1-0, og hann hevur skorað tríggjar dystir á rað (Mynd: Sverri Egholm)
18-ára gamli Jonn Johannessen hevur skorað trý mál seinastu tveir dystirnar og fýra í teimum seinastu fýra (Mynd: Sverri Egholm)
Liðið hjá Mikkjal Thomassen hevur spælt ágangandi og við góðsku. Nú bíðar ein øðrvísi uppgáva. ÍF hevur ikki vunnið í ein mánað og hevur ikki so nógv ítøkiligt at spæla fyri annað enn 5. plássið: Niðurflytingarstríð er als ikki viðkomandi í Fuglafirði í ár, og evropeiskt pláss er alt ov langt vekk. Liðið hjá Hans Jørgini Djurhuus og Ólavi Larsen er ikki fallið saman í nøkrum av dystunum móti ovastu liðunum í ár - undantikið í Runavík í 4. umfari, har eitt skert ÍF-lið tapti 5-0. Tá KÍ og ÍF spældu í Fuglafirði í 3. umfari vann KÍ 4-1, men ÍF hótti væl í pørtum av dystunum. Tað er ósannlíkt, at KÍ vinnur áleið líka stóran sigur sum seinastu tveir dystirnar.
Frá 3. umfari - 23/5 (Mynd: Sverri Egholm)
Tá hevur Heini Vatnsdal verið við frá byrjan, men nýggi leikarin hjá KÍ noyddist út stutt fyri steðgðin í Streymnesi hósvøldið. Talan var um eitt strekk í baklærinum, ið heldur vágbinginum úti í kvøld. Hinir nýggju leikararnir, málverjin Lukasz Jarosinski og miðvallarin David Skrbec, hava ikki fingið loyvini uppá pláss. Ísak Simonsen er ivasamur. ÍF spældi ein tættan dyst móti NSÍ hóskvøldið (0-1). Tá noyddist liðformaður Jan Ellingsgaard út við skaða tíðliga í dystinum, og ivasamt er, um hann er førur fyri at spæla í kvøld. Bogi Løkin er eisini ivasamur.
Vit dagføra beinleiðis frá dystinum í kvøld og hava myndir og annað frá honum. Fyrsta bríksl í Klaksvík er klokkan 19.00. Alex Troleis dømir dystin.
Betrideildin
16. umfar - nøkur lið hava spælt 16 dystir orsaka av at evropeiskar uppgávur eru fyri framman og at dystir í 17. umfari harvið :
11.08:
19.00: KÍ - ÍF
12.08:
18.00: HB - AB
19.00: NSÍ - Víkingur
Skála - B36
16.08:
TB - EB/Streymur
Støðan:
1. HB 43 stig (16 dystir)
2. KÍ 38 stig (16 dystir)
3. B36 37 stig (16 dystir)
4. NSÍ 35 stig (16 dystir)
5. Víkingur 23 stig (15 dystir)
6. ÍF 20 stig (15 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (15 dystir)
8. TB 7 stig (15 dystir)
9. AB 7 stig (16 dystir)
10. Skála 2 stig (16 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald