Fótbóltur

KÍ kann økja um munin

Um útliðið við Stóra í dag vinnur, so verður munurin frá KÍ niður til HB fýra stig. Seinastu árini hevur tað verið tætt, hvørjaferð KÍ hevur vitjað TB.

Patrik Johannesen vitjar á sínum gamla heimavølli, har KÍ skal royna at fáa fatur á virðismiklum stigi (Mynd: Bjartur Vest)

Patrik Johannesen vitjar á sínum gamla heimavølli, har KÍ skal royna at fáa fatur á virðismiklum stigi (Mynd: Bjartur Vest)

2020-09-19 10:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á Jóansøku í fjør vann TB 1-0 á KÍ. Hetta var nakrar dagar áðrenn klaksvíkingar høvdu evropeiska uppgávu á skránni. Tað hevur KÍ eisini hósdagin. Fyrst skal uppgávan í Trongisvági loysast, og vanligt er, at dystirnir millum liðini í Trongisvági eru tættir. Soleiðis hevur verið seinastu fimm árini - seinastu tíggju dystirnar - og tað vísir yvirlitið niðast: Um tað ikki endar við javnleiki, so er tað bert eitt mál, ið skilir partarnar. KÍ hevur tó vunnið helmingin av hesum dystunum - seinast fyri fýra mánaðum síðani, tá tað endaði 2-1, og har málið hjá KÍ kom við brotssparki langt inni í yvirtíðini.  

[object Object]
Jóannes Bjartalíð skoraði bæði málini hjá KÍ, tá liðið seinast vitjaði í Trongisvági (Mynd: Bjartur Vest)

KÍ basti HB fyri viku síðani, og týskvøldið fingu føroyameistaararnir hálað ein sigur í land á Skála - tann sjeynda á rað hjá Mikkjali Thomassen, ið ikki fær verið á síðulinjuni í dag vegna leikbann, í Betrideildini. Harvið er KÍ nú oddalið og kann økja um munin í dag. Tó hevur HB spælt ein dyst færri. Fyri KÍ er tað sera umráðandi at fara norðurum Suðuroyarfjørð aftur við trimum stigum. TB vann seinasta vikuskifti sera týdningamikla dystin á Argjum. Tryggi 3-0 sigurin ger, at liðið er seks stig fyri niðurflytingarstrikuni nú. 

Fyrsta bríksl í Trongisvági verður klokkan 14.00. Bjarki Danielsen dømir dystin.

20. umfar í Betrideildini
19/09

14.00: TB - KÍ
19.00: NSÍ - EB/Streymur

20/9

14.00: B36 - AB
15.00: Víkingur - Skála
18.30: HB - ÍF

Støðan
1. KÍ 47 stig (19 dystir) 
2. HB 46 stig (18 dystir)
3. NSÍ 38 stig (18 dystir)
4. B36 37 stig (17 dystir)
5Víkingur 35 stig (19 dystir)
6. ÍF 20 stig (18 dystir)
7. EB/Streymur 19 stig (19 dystir)
8. TB 13 stig (19 dystir)
9. AB 7 stig (19 dystir)
10. Skála 2 stig (18 dystir)

*Ein dyst færri 
** Ein dyst fleiri

TB - KÍ seinastu árini:

2015:
TB - KÍ 1-1
TB - KÍ 1-1

2016: 
TB - KÍ 0-1

2017: 
TB/FCS/Royn - KÍ 1-2
TB/FCS/Royn - KÍ 0-0

2018: 
TB/FCS/Royn - KÍ 0-1
TB/FCS/Royn - KÍ 2-1 (Kappingin um Løgmanssteypið)
TB/FCS/Royn - KÍ 0-1

2019: 
TB - KÍ 1-0

2020:
TB - KÍ 1-2

Kelda: FaroeSoccer

Dystir: 10

Sigrar til TB (TB/FCS/Royn): 2
Sigrar til KÍ: 5
Javnleikir: 3

Málmunur: 7-10

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder