Í annaðkvøld skulu B36 og KÍ aftur í evropeiska eldin. Tað er í 3QR í Europa League. KÍ tekur ímóti Dinamo Tbilisi á Tórsvølli - B36 vitjar hjá CSKA Sofia í Bulgaria.
Eins og undanfarnu dystirnir hjá B36 í Europa League í ár, verður hesin vístur beinleiðis og ókeypis á Rás 1 í Føroyum. Hesum boðar B36 frá.
Hyggjarar uttanfyri Føroyar - undantikið í Bulgaria - kunnu eisini síggja dystin beinleiðis á aðrari rás hjá Televarpinum fyri 39 krónur.
Fyrsta bríks í Bulgaria verður klokkan 18 føroyska tíð.
Dramaði millum B36 og The New Saints var at síggja í Televarpinum (Mynd: Sverri Egholm)
KÍ og Kringvarpið hava gjørt avtalu um at vísa dystin í Europa League hóskvøldið. Tað hevur Klaksvíkar Ítróttarfelag boðað frá í vikuni:
- Tíverri sleppa eingir áskoðarar til dyst á Tórsvølli, men dysturin verður vístur í Kringvarpinum eftir Dag & Viku. Av tí at D&V er kl. 19, tá dysturin byrjar, kunnu tey, sum vilja, síggja dystin frá byrjan, síggja hann á kvf.fo
Kringvarpið setur á Tórsvøll beint eftir D&V og hevur fólk í sjónvarpsstovuni í hálvleikinum og eftir dystin, skrivar ki.fo. Kringvarpið vísti eisini dystin Young Boys - KÍ í Champions League.
Fyrsta bríksl á Tórsvølli verður klokkan 19.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald