Tríggir teir fyrstu dystirnir í 13. umfari í Betrideildini vórðu leiktir í kvøld.
Stórdysturin var í Runavík. NSÍ hevði undan dystinum ikki tapt í seks royndum á heimavølli í ár, og bert eitt mál var farið inn í teimum dystunum. Í kvøld manglaðu Bárður Hansen, Jóhan Troest Davidsen og Petur Knudsen, umframt Búi Egilsson.
Hetta sveið, og KÍ var klárt omaná. Útiliðið var sera ágangandi og vann fult uppiborið 2-0. Ein sera vælleikandi Deni Pavlovic stútaði bóltin í málið í sambandi við hornaspark í 1. hálvleiki, og tá ein tími var leiktur legði Patrik Johannesen upp til seinna málið - Páll Klettskarð var til reiðar við aftaru stong eftir gott forarbeiði av tvøramanninum. KÍ vann sín fyrsta innanhýsis topp-fýra dyst í ár. Hetta var fimta royndin.
Páll Klettskarð:- Mugu vinna hvønn dyst fyri at hanga í toppinum
- Vísa vit eru har sum okur skulu vera
Hinumegin fjørðin vann EB/Streymur umráðandi dyst í botnstríðnum, og hevur nú nakað av luft niður. Skála hevur framvegis bert eitt stig og hevur nú roynt seg á heimavølli móti øllum liðunum, sum eru nøkur pláss omanfyri.
Á Argjum var ÍF tvær ferðir frammanfyri, men heimaliðið stríddist væl, javnaði tvær ferðir, og ímóti dystarenda bjargaði Bjarti Vitalis Mørk brotssparki frá toppskjúttanum í Betrideildini Urosi Stojanov, ið harvið ikki gjørdist tvímálsskjútti, og AB fekk eitt týdningamikið stig.
13. umfar:
Í kvøld - 27.07
NSÍ - KÍ 0-2 (0-2)
22' Deni Pavlovic 0-1
60' Páll Klettskarð 0-2
AB - ÍF 2-2 (1-1)
34' Uros Stojanov 0-1
45' Bjarki Nielsen 1-1
49' Gundur E. Petersen 1-2
58' Tóki á Lofti 2-2
Skála - EB/Streymur 1-3 (1-1)
5' Arnbjørn Hansen 0-1
25' Poul Kallsberg 1-1
55' Gutti Dahl-Olsen 1-2
95' Tóki Johannesen 1-3
Í morgin - 28.07
18.00: HB - TB
Ólavsøkudag - 29.07
16.00: B36 - Víkingur
Støðan
1. HB 34 stig (13 dystir)
2. NSÍ 32 stig (14 dystir)
3. KÍ 32 stig (14 dystir)
4. B36 28 stig (13 dystir)
5. Víkingur 20 stig (12 dystir)
6. ÍF 20 stig (13 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (13 dystir)
8. TB 6 stig (12 dystir)
9. AB 5 stig (14 dystir)
10. Skála 1 stig (14 dystir)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald