Fótbóltur

Myndir: KÍ-leikararnir eru farnir at venja

Eingin dystur verður í Klaksvík í kvøld, tó at tað helst verður bríkslað í gongd klokkan 17. Ivasamt er, hvat útfallið av dystinum verður, og ivasamt er nær Slovan Bratislava sleppur av landinum.

2020-08-21 16:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hópurin hjá Slovan Bratislava er á veg á flogvøllinum. Ella tað vil siga, tað skuldi hann verða nú, men leikararnir eru framvegis ikki komnir av Hotel Føroyum. 

Sum Portalurin skilur, so vil flogvøllurin ikki taka ímóti ferðalagnum enn, tí at flogfar og annað als ikki er til reiðar, og at Slovan Bratislava í fyrsta lagi sleppur úr Føroyum klokkan 21 - hetta eru tó ikki váttaði tíðindi.

Her í Klaksvík er KÍ-hópurin er farin á vøllin, har eitt slag av venjing nú er á skránni. 

Tað er ikki endaliga greitt, um KÍ nú skal fyrireika seg til at spæla í 2. umfari ímóti Young Boys í Sveis mikukvøldið. 

UEFA-umboðsmaðurin kom til Klaksvíkar stutt áðrenn klokkan 16, og nú skal UEFA taka eina avgerð. Eingin útmelding er komin enn.

Sum nú er, skal dysturin bríkslat í gongd, og tað verður "latið sum um", at dysturin verður leiktur. Hann er ikki alment avlýstur, men sambært reglugerðunum skal hann byrjað, sjálvt um Slovan Bratislava ikki møtir upp. Í so fall vinnur KÍ 3-0. Tað er tó langt frá vist, um seinasta orðið er sagt í hesum málinum.

Um hetta hendir fáa vit at síggja um 25 minuttir. Sum nú er hava leikararnir bara "hita eitt sindur upp á vøllinum". Tónleikur koyrir, vaktarfólk, bóltdreingir og alt annað er klárt.

Dagført 16.35

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder