
- Eg haldi, at vit eru øðiliga væl fyri. Vit høvdu fyrireikað okkum væl til hendan dystin - nú høvdu vit kortsíðani spælt ein dyst í Havn móti teimum, og so hava vit eisini havt ein góðan dyst móti Víkingi ímillum her. So man fór inn til hendan dystin við øðiliga góðum sjálvsáliti. Vit kempa fyri tí; spæla ein 1. hálvleik sum er rímiliga javnur, har vit koma á odda 1-0, og so koma vit út til 2. hálvleik og av álvara fáa spæligleðina fram: skapa nógvar møguleikar, skora trý mál afturat og fáa áskoðarnir uppaftur meira við.
Soleiðis greiðir Jákup Biskopstø Andreasen Portalinum frá, tá vit spyrja hann, hvussu tað ber til, at KÍ var so sannførandi móti HB skírisdag. 4-0 sigurin var tann størsti hjá KÍ móti arvafíggindunum úr Havn í 55 ár.
Teir í kongabláum hava vunnið allar dystirnar í ár, men 26-ára gamli liðformaðurin vil ikki tosa um FM-brigdi enn. Arbeiðast skal við at skerpa seg í hópinum hjá Magnusi Powell.
- Vit hugsa ikki so nógv um tað. Aftaná hvønn dyst taka vit saman um á ein "rættvísan hátt". Vit hyggja eftir tingunum sum eydnast men eisini tingunum, sum ikki rigga. Tað eru eisini fleiri støður í seinastu dystunum, har vit kanska eru hepnir, at hitt liðið ikki skorar. Tað eru eisini ting, sum arbeiðast skulu við - vit hava skapt øðiliga nógvar málmøguleikar í ár men hava kanska ikki fingið nóg nógv mál burturúr. Nú móti HB verður tað kanska eitt slag av forloysing, at vit fáa fleiri mál í 2. hálvleiki.
Tað gjørdust fáir minuttir á vøllinum í fjør hjá nummar 8 og liðformanninum hjá KÍ, og hetta merkist hjá liðnum sum endaði við silvurheiðursmerkjum
Tað var mest á áskoðaraplássunum, at Jákup Biskopstø Andreasen var at síggja. Nú ger hann mun á vøllinum aftur men hóast eina góða byrjan, vil Jákup ikki fara upp at flákra aftur (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Jákup B. Andreasen spældi so at siga ikki í 2024 vegna skaða í fótinum. Nú er miðvallarmotorurin aftur. Hann skoraði eitt flott mál og spældi sannførandi móti HB, men kennir kortini væl á sær, at tað ikki er heilt sum áðrenn enn - hóast tað nærkast.
- Tað gongur betri og betri. Tað er ein long tilgongd, tá man hevur verið úti í næstan eitt ár og havt ein so ógvusligan skaða. Eg taki tað í stigum. Nú havi eg fingið nógvar minuttir uppá stutta tíð, og tað setur seg eitt sindur. Skal líka fáa dystarformin ordiliga aftur og byggja megina heilt upp í kroppinum aftur - tað manglar eitt sindur enn, men tað nærkast, sigur Jákup.
2. Páskadag er longu dystur aftur. KÍ tekur mánadagin klokkan 15 móti B36 í fjórðingsfinaluni í kappingini um Løgmanssteypið. Vit spurdu til síðst klaksvíkingin, um man í KÍ ikki kennir eina svongd eftir at røkka finaluni, nú tað næstan eru níggju ár síðani seinasta steypagullið.
- Ja, tað eru vit. Tað er fantastiskt at sleppa at spæla so nógvar tættar dystir sum nú og móti góðari mótsstøðu - vit eru ekstremt motiveraðir, og síggja nógv fram til ein góðan steypadyst við Djúpumýru.
Jákup Biskopstø Andreasen og KÍ slógu HB út í 1. umfari í steypakappingini - nú bíðar hitt stóra høvuðsstaðarfelagið (Mynd: Sverri Egholm)
-----------------------------------------------------------
6. umfar í Betrideildini - hósdagin 17. apríl
KÍ - HB 4-0 (1-0)
15' Sjálvmál 1-0
57' Patrik Johannesen (Filip Brattbakk) 2-0
68' Jákup Biskopstø Andreasen (Patrik Johannesen) 3-0
77' Odmar Færø (Patrik Johannesen) 4-0
Stigatalvan í Betrideildini eftir seks umfør
1. NSÍ 18 stig
2. KÍ 18 stig
3. HB 12 stig
4. B36 10 stig
5. EB/Streymur 7 stig
6. FC Suðuroy 6 stig
7. Víkingur 5 stig
8. TB 5 stig
9. B68 4 stig
10. 07 Vestur 1 stig
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald