Fótbóltur

KÍ nærkast HB

Í øllum førum í eitt samdøgur eru klaksvíkingar bara tvey stig frá fyrsta plássi.

Ronni Møller-Iversen (Mynd: Sverri Egholm)

Ronni Møller-Iversen (Mynd: Sverri Egholm)

2018-07-27 20:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Eftir tveir dystir í fremstu fótbóltsdeildini hjá monnum er greitt, at KÍ nærkast HB á fyrsta plássi.

KÍ hálar seg við 3-1 sigri móti Skála upp á 38 stig. Tvey stig frá HB, sum hevur 40 stig á fyrsta plássið. HB spælir sín dyst hetta umfarið í annaðkvøld, og tað verður móti NSÍ, sum kemur aftur úr summarferiu við Europa League-royndum.

Hin dysturin í kvøld var millum AB og TB/FCS/Royn, sum leiktu á Argjum. Argjamenn fingu ein frammaná frá suðuroyingum, sum vunnu heili 4-0.

KÍ - Skála (3-1)
Semir Hadzibulic 1-0
Ronni Møller-Iversen 2-0
Boris Dosljak 3-0
Søren Nielsen 3-1

AB - TB/FCS/Royn (0-4)
Pape Mamadou Faye 0-1
Pape Mamadou Faye 0-2
Pape Mamadou Faye 0-3
Búi Egilsson 0-4

HB - NSÍ (Í morgin 18:30)
B36 - 07 Vestur (Útsettur)

Úrslit eftir 16 umfør
1. HB (40 stig)*
2. KÍ (38 stig)
3. Víkingur (29 stig)
4. B36 (28 stig)*
5. NSÍ (27 stig)*
6. Skála (18 stig)
7. EB/Streymur (17 stig)
8. TB/FCS/Royn (14 stig)
9. AB (8 stig)
10. 07 Vestur (4 stig)*

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder