Fótbóltur

KÍ nýggjan miðvallara

31 ára gamal svii kemur til Klaksvíkar í aðru viku.

2024-06-01 12:14 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Besta mansliðið hjá KÍ styrkir seg í summar við einum svia, 31 ára gamla Albert Ejupi.

Hetta er ein royndur maður sum skal styrkja um miðvøllin. Albert Ejupi hevur verið við til at vinna Superettan í Svøríki við Varberg Bois, og hevur spælt meir enn hundrað dystir í toppfótbólti og hevur altjóða royndir í eysturríkskum, ísraelskum og donskum fótbólti.

- Albert er ein kropsliga sterkur miðvallari, sum kemur at geva liðnum eyka megi bæði á vølli og í luftspælinum. Í sær hevur Albert tað, sum KÍ stendur fyri, hann er ein heilhjartaður og framrættaður leikari, sigur høvuðsvenjarin hjá KÍ, Espen Haug.

Síðsta felagið Albert spældi við var AC Horsen. Sambært KÍ skiltust partarnir í sátt og semju fyrr í vár, tá leiðslan valdi at hálsa um og heinta fleiri ungar afrikanarar í truppin.

Eftir ætlan kemur Albert í Djúpmýrar fyrst í aðru viku, so hann er tøkur eftir  flytingargluggin letur upp. Fyribils er sáttmálin millum Albert Ejupi og KÍ galdandi fyri inniverandi kappingarár.

KÍ spælir um vikuskiftið móti oddaliðnum í deildini, Víkingi. Dysturin verður sunnudagin klokkan 15:15.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder