Fótbóltur

KÍ nýtt oddalið

KÍ vann 4-0 í Runavík í kvøld og leggur seg sostatt í oddin í Betri deildini hjá monnum.

Ukrainin Dmytro Lytvyn fekk sínar fyrstu minuttir fyi KÍ í kvøld. Hann hevði bara verið á vøllinum í smáar fimm minuttir tá hann økti um leiðsluna til 3-0 (Mynd: Sverri Egholm)

Ukrainin Dmytro Lytvyn fekk sínar fyrstu minuttir fyi KÍ í kvøld. Hann hevði bara verið á vøllinum í smáar fimm minuttir tá hann økti um leiðsluna til 3-0 (Mynd: Sverri Egholm)

2022-04-03 20:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Síggj hæddarpunkt frá fjórða umfari her (tv.fo)

Við einum 4-0 sigri ímóti NSÍ í kvøld, leggur KÍ seg á fyrsta pláss í bestu mansdeildini.

KÍ hevur fulla úrtøku eftir fýra dystir, og hevur einki mál latið inn. Í kvøld var heldur ongantíð nakar ivi, og klaksvíkingar høvdu bóltin meginpartin av dystinum. Meistararnir kunnu fegnast um ukrainin Dmytro Lytvyn, sum kom á vøllin seint í dystinum, og eisini fekk sítt fyrsta mál fáar minuttir seinni.

Tveir aðrir dystir vórðu leiktir í fjórða umfari í dag. Í Streymnesi vann EB/Streymur 3-0 ímóti 07 Vestur og í Gundadali í Havn setti Víkingur B36 upp á pláss og vann 3-0.

Úrslitini hetta umfarið hava við sær, at KÍ er á odda við 12 stigum. HB fekk óvæntað bara eitt stig ímóti B68, og hevur tí 10 stig og er á øðrum plássi. 

4. umfar Betri deildin menn

NSÍ - KÍ 0-4 (0-2)
35’ Jákup Biskopstø Andreasen 0-1
45’ Páll Andrasson Klettskarð 0-2
79’ Dmytro Lytvyn 0-3
85’ Árni Frederiksberg 0-4

EB/Streymur - 07 Vestur 3-0 (1-0)
14’ Gutti Dahl-Olsen 1-0
46’ Jóhann Joensen 2-0
49’ Gutti Dahl-Olsen 3-0

B36 - Víkingur 0-3 (0-2)
4’ Sølvi Vatnhamar 0-1 (br.)
44’ Andreas Lava Olsen 0-2
54’ Andreas Lava Olsen 0-2 

B68 - HB 1-1 (0-0)
85' Pætur Petersen 1-0
90' Sebastian Lau Nielsen 1-1

AB - Skála 2-1 (1-1)
26' Marius Kryger Lindh 1-0
42' Poul Kallsberg 1-1
65' Agustin Marsico 2-1 (br.)

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ (12 stig)
2. HB (10 stig)
3. Víkingur (6 stig)*
4. EB/Streymur (6 stig)
5. B68 (5 stig)
6. AB (4 stig)*
7. B36 (3 stig)
8. NSÍ (3 stig)
9. 07 Vestur (2 stig)
10. Skála (2 stig)

*Ein dyst færri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder