Tríggir dystir í 25. umfari í Betrideildini vórðu bríkslaðir í gongd klokkan 15.
Pingel í evstu løtu
Á Skála legði B36 sera bragdliga út - longu eftir ein minutt skoraði Hannes Agnarsson. Heimaliðið fall tó ikki í fátt, og tíggju minuttir fyri hálvleik fann Poul Kallsberg Aksel Bjartalíð Danielsen, sum fyri aðru ferð hendan mánaðin skoraði móti B36 Undir Mýruhjalla.
1-1 sá leingi út til gerast endaliga úrslitið, og tað hevði merkt, at, at Skála var komið av aftasta plássinum, og at B36 hevði mist nógv í mun til 2. plássi. Útiliðið hevði sínar møguleikar at avgera dystin - tað hevði heimaliðið eisini móti endanum - og í 93. minutti kom málið, sum tryggjaði liðnum hjá Jákupi á Borg trý týdingarmikil stig. Tað var Sebastian Pingel, ið sló til, og harvið misti Skála, eins og AB í gjár, stig á stokkinum og er framvegis á 10. plássi við seks stigum.
Skála - B36 1-2 (1-1)
2' Hannes Agnarsson 0-1
36' Aksel Bjartalíð Danielsen 1-1
90' Sebastian Pingel 1-2
Góður 2. hálvleiki gjørdi munin fyri KÍ
Sjúður Pauli Nielsen syrgdi fyri, at heimaáskoðarnir í Klaksvík vórðu skelkaðir eftir sjey minuttir. Høgri bakkurin var runnin niðan við, og var til reiðar, tá málið varð tómt, eftir at Odmar Færø og Lukasz Jarosinski fóru eftir sama leysa bólti, eftir at Hans Jákup Lervig hevði brotið ígjøgnum. ÍF helt leiðsluna til 12 minuttir inn í 2. hálvleik við at standa kompakt og arbeiða hart og væl. KÍ hevði ilt við at skapa opnar málmøguleikar, hóast stóra leikliga yvirvág og nógvar deyðbóltar, og tá seinni hálvleikur var byrjaður, hevði Mikkjal Thomassen longu framt allar sínar tríggjar innskiftingar.
Ein av teimum sum kom inn var Páll Klettskarð - tað var longu í fyrra hálvleiki fyri Jonn Johannesen - og 9'arin gjørdi sítt. Hann fekk fótin á, tá Ole Erik Midtskogen breyt ígjøgnum í høgru við at seta tríggjar leikarar av. Karl Løkin vildi hava fríspark í støðuni fyri at armurin hjá høga norðmanninum kom í andlitið á ÍF-liðformanninum. Tríggjar minuttir seinni vóru fuglfirðingar aftur ónøgdir, tá Rúni Gaardbo peikaði á brotssparksblettin. Tað var eftir, at Jóannes Bjartalíð varð takklaður. Sámal Joensen fekk bóltin, tá hann satsaði aftanfrá, men fekk eisini líka í beinið hjá 10'arunum hjá KÍ, ið umsetti brotssparki til mál.
Tað var einvegis ferðsla. Heimaliðið spældi væl og við nógvari ferð, var fleiri ferðir nær við, og Páll og Ole Erik umsettu innan stutta tíð hvør sítt innlegg, frá Patriki Johannesen og Jóannes Kalsø Danielsen, til mál. Teir fingu eisini hvør sítt mál kolldømt - fyri ávíkavist rangstøðu (Boris Dosljak var innanfyri linjuna og mettur at ávirka spælið) og fyri skump í ryggin. Klettskarð varð eisini dømdur fyri rangstøðu í 1. halvleiki, tá hann sútaði bóltin í málið. Harvið fekk KÍ ikki av álvara minkað, hvat málúrttøka viðvíkur, men nú er munurin tíggju mál, og um NSÍ vinnur á HB mikukvøldið, samstundis sum KÍ vinnur í Sarpugerði, so livir FM-vónin av álvara í Klaksvík. Í mun til 2. plássið, ið gevur evropeiska atgongd, so hevur KÍ lagnuna í egnum hondum.
KÍ - ÍF 4-1 (0-1)
8' Sjúrður Pauli Nielsen 0-1
57' Páll Andrasson Klettskarð 1-1
62' Jóannes Bjartalíð (br.) 2-1
75' Páll Andrasson Klettskarð 3-1
78' Ole Erik Midtskogen 4-1
Trý stig og trý mál til EB/Streym
Dysturin við Margáir hevði ikki nógvan týdning, men talan gjørdist tó um ein søtan sigur hjá EB/Streymi, ið kom afturum, tá Mark Kongstedt skoraði. Tað var tó 2-1 í hálvleikinum - Bárður Olsen sló millum annað til við beinleiðis frísparki. TB javnaði tjúgu minuttir fyri tíð, men Símun Sólheim avgjørdi seint í dystinum við at senda bóltin upp í longra málhorn. Harvið kom EB/Streymur á sama stigatal sum ÍF og harvið tættari uppá 6. plássið, meðan tað nú er greitt, at TB endar á 8. plássi
EB/Streymur - TB 3-2 (2-1)
22' Mark Kongstedt 0-1
36' Petur Zachariasen 1-1
44' Bárður Olsen 2-1
71' Samudeen Musah 2-2
88' Símun Sólheim 3-2
25. umfar í Betrideildini
Í gjár - leygardagin 24/10
AB - HB (2-3)
27’ Øssur Dalbúð 0-1
33’ Hilmar Leon Jakobsen 0-2
48’ Bjarki Nielsen 1-2
72’ Leivur Guttesen 2-2
90’ Hilmar Leon Jakobsen 2-3
NSÍ - Víkingur 3-2
11' Jóhan Troest Davidsen 1-0
51' Sølvi Vatnhamar (br.) 1-1
60' Petur Knudsen 2-1
68' Sølvi Vatnhamar (br.) 2-2
79' Rógvi Egilstoft 3-2
Sunnudagur 25/19 (í dag)
Skála - B36 1-2 (1-1)
2' Hannes Agnarsson 0-1
36' Aksel Bjartalíð Danielsen 1-1
90' Sebastian Pingel 1-2
KÍ - ÍF 4-1 (0-1)
8' Sjúrður Pauli Nielsen 0-1
57' Páll Andrasson Klettskarð 1-1
62' Jóannes Bjartalíð (br.) 2-1
75' Páll Andrasson Klettskarð 3-1
78' Ole Erik Midtskogen 4-1
EB/Streymur - TB 3-2 (2-1)
22' Mark Kongstedt 0-1
36' Petur Zachariasen 1-1
44' Bárður Olsen 2-1
71' Samudeen Musah 2-2
88' Símun Sólheim 3-2
Støðan í Betri deildini
1. HB (64 stig) 24 dystir
2. NSÍ (57 stig) 24 dystir
3. KÍ (55 stig) 23 dystir
4. B36 (53 stig) 24 dystir
5. Víkingur (44 stig) 24 dystir
6. ÍF (23 stig) 24 dystir
7. EB/Streymur (23 stig) 25 dystir
8. TB (15 stig) 25 dystir
9. AB (7 stig) 24 dystir
10. Skála (6 stig) 25 dystir
Komandi dystir:
Mikukvøldið 28.10
HB - NSÍ
Víkingur - KÍ
ÍF - B36 (Í Klaksvík - vegna vánalig ljósviðurskifti í Fuglafirði)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald