Fótbóltur

KÍ og B36 eru stórfavorittar

Í báðum dystunum í dag skulu heimaliðið royna at vinna sær týðandi stig í Europa-stríðnum..

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2020-10-17 11:45 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í dag fer bólturin á rull aftur í Betrideildini eftir landsliðsstegðin.

13 dagar eru síðani B36 vann 6-2 við Margáir. Í dag er B36 aftur greiðir favorittur, tá TB vitjar á Tórsvølli. Tá tað seinast hendi, 6. august, vann B36 4-1. Fyri liðið hjá Jákupi á Borg hevur ein sigur stóran týdning í stríðnum fyri at røkka evropeiskum plássi

EB/Streymur hevur, eins og TB, lítið ítøkiligt at spæla fyri, og liðið hjá Jákupi Martin Joensen hevur í dag ein atunga uppgávu fyri framman. KÍ hevur ikki spælt síðani Playoff-dystin í Europa League og hevur ikki spælt í Betrideildini síðani 19. september, tá tað endaði 0-0 í Trongisvági - eitt úrslit ið ger uppgávuna at fáa fatur á HB munandi truplari. Komandi tríggjar vikurnar skulu føroyameistararnir spæla sjey dystir. 

Vit dagføra beinleiðis frá dystunum í dag.

24. umfar í Betrideildini
Í dag - Leygardagin 17/10
15.00: B36 - TB
18.30: KÍ - EB/Streymur

Í morgin - Sunnudagin 18/10
15.00: HB - Víkingur
           ÍF - NSÍ

18.00: Skála - AB

Støðan í Betri deildini

1. HB (58 stig) 22 dystir
2. NSÍ (50 stig) 22 dystir
3. KÍ (48 stig) 20 dystir
4. B36 (46 stig) 21 dystir
5. Víkingur (44 stig) 22 dystir
6. ÍF (23 stig) 22 dystir
7. EB/Streymur (20 stig) 23 dystir
8. TB (15 stig) 23 dystir
9. AB (7 stig) 22 dystir
10. Skála (3 stig) 23 dystir

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder