Fótbóltur

KÍ og NSÍ vísa sínar evropeisku dystir ókeypis

Áskoðarar sleppa ikki inn á økið í Klaksvík ella á Svangaskarði, men dystirnir verða vístir á ávíkavist Youtube og Rás 1. Í Klaksvík verður eisini skipað fyri upptaktssending.

2020-08-17 20:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í vikuni skulu fýra føroysk lið í evropeiska eldin. B36 skal spæla á Gibraltar, og HB skal royna seg í norðurírska høvuðsstaðnum. KÍ og NSÍ hava heimavøll, og hóast eingir áskoðarar sleppa inn til dystirnar orsaka av koronastøðuni, so hava fjepparar hjá liðunum og onnur áhugaði møguleika at hyggja eftir dystin heima - ókeypis.

Í feløgunum irða tey seg um, at áskoðarar ikki hava møguleikan at koma inn á leikvallirnar, sum ávíkavist eru við Djúpumýrar og á Svangskarði. Feløgini hava í staðin, saman við kommunum, skipað fyri, at dystirnir verða vístir ókeypis. 

NSÍ - Barry Town FC verður hósdagin kl 18.00 á Svangaskarði. Dysturin verður vístur á Rás 1 hjá Televarpinum.

KÍ - Slovan Bratislava verður mikudagin 19.00 í Klaksvík. Dysturin verður vístur á youtube-síðuni hjá FSF.  

Harumframt verður í Klaksvík skipað fyri upptakt, har "samrøður, innsløg og upptakt til dystin verður víst ein heilan tíma áðrenn dystarbyrjan, soleiðis at øll kunnu koma í gott fótbóltslag". Hesum stendur Raclip fyri at framleiða, og tað verður eisini víst á Youtube. 

KÍ boðar eisini á heimasiðu sínari frá, at Bláa Bylgja hevur eisini framleitt fløgg, sum øll áhugaði kunnu heinta seinnapart í morgin hjá teimum ymisku matvøruhandlunum í býnum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder