KÍ spældi seg i Playoff-umfarið í Europa League við einum risasigri á Dinamo Tbilisi, ið er tað mest vinnandi í Georgia. Serliga var seinni hálvleikur, har liðið hjá Mikkjali Thomassen skoraði fimm mál, óvanliga sannførandi.
Myndir: KÍ - Dinamo Tbilisi
KÍ skal í komandi viku spæla um at koma í bólkaspælið í Europa League - tað verður á útivølli móti Dundalk (Írland) ella Sheriff Tiraspol (Moldova).
KÍ - Dinamo Tbilisi 6-1 (1-0)
22' Deni Pavlovic 1-0
58' Patrik Johannesen 2-0
60' Páll Andrasson Klettskarð 3-0
70' Páll Andrasson Klettskarð 4-0
71' 4-1
73' Páll Andrasson Klettskarð 5-1
85' Jonn Johannessen 6-1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald