Vinnur KÍ á Differdange í 1. umfari í Champions League bíðar ein risauppgávua í 2. umfari. Hetta var greitt áðrenn lutakastið, sum var fyri lítlari løtu. Donsku, norsku, kekkisku og svensku meistararnir vóru á breddanum.
Tað gjørdist síðstnevnda lið, sum kom úr pottinum. Malmö FF er mest vinnandi felag í Svøríki. Felagið úr Skåne vann meistaraheitið nummar 23 í fjør og er greitt oddalið, nú 13. umfør eru spæld í 2023. Í 2021 var Malmö í bólkaspælinum í Champions League og árið eftir í Europa League.
Liðið hevur bert tapt ein dyst í ár, og tað er eingin ivi um, at Malmö verður ein stórur biti at gloypa fyri KÍ, um føroyameistararnir koma so mikið langt.
Tó er hetta helst eitt nakað frægari lutakast, enn íhvussu er FC Midtjylland og Bodø/Glimt hevði verið, tí svenska deildin er veikari enn tær í Danmark, Noreg og Kekkia.
Eisini er tað høgligt at ferðast: Ein flogtúrur til Kastrup og so líka yvirum Oyrasundsbrúnna til Svøríki. Malmø tekur ímóti Differdange/KÍ 23. ella 24. juli. Eina viku seinni hevur liðið frá 1. umfari heimavøll.
Champions League 1. umfar
KÍ - FC Differdange (Luksemborg)
9. juli/10.juli og 16. ella 17. juli.
Champions League 2. umfar:
Malmö FF - KÍ
23/24. juli og 30/31.juli
Conference League, 2. umfar - KÍ endar har, um liðið tapir fyri Differdange
Her síggjast møguleikarnir, sum teir eru nú:
PFC Ludogorets 1945 (BUL) - FC Dinamo Batumi (GEO)
FC Flora Tallinn (EST) - NK Celje (SVN)
Hamrun Spartans FC (MLT) - Lincoln Red Imps FC (GIB)
FC Dinamo Minsk (BLR) - FC Pyunik (ARM)
FC Ordabasy (KAZ) - FC Petrocub (MDA)
Vikingur Reykjavík (ISL) - Shamrock Rovers FC (IRL)
Tapari av hesum dystunum
Lutakastið til 2. umfar í Conference League verður klokkan 13.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald