Fótbóltur

KÍ ikki til at steðga

Tríggir dystir vóru í dag leiktir í bestu kvinnudeildini. Oddaliðið KÍ hevur framvegis ongan dyst tapt, HB stríddi seg til sigur móti ÍVB og NSÍ vann tepurt á B36.

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2020-07-26 19:50 Author image
Sverri Egholm
placeholder

FSF: Oddaliðið greiddi sína skyldu, HB vendi gongdini móti ÍVB í seinna hálvleiki, og NSÍ vann tepran sigur á B36.

Her eru úrslitini úr 10. umfari í Betri Deildini hjá kvinnum:

ÍVB-HB 1-2
Heimaliðið kom betri frá byrjan í Sarpugerði, og legði seg eisini á odda eftir 19 minuttir, tá Jensa Tórolvsdóttir sendi eitt langskot mál. ÍVB hevði eisini møguleika fyri at økja um leiðsluna, men støðan helt sær til hálvleiks.

Í seinna hálvleiki var HB greitt omaná, men útjavnandi málið lá í luftini eina góða løtu, áðrenn tað gjørdist veruleiki. Tað hendi í 70. minutti, tá Julia Naomi Mortensen umvegis stongina javnaði til 1-1. Gestirnir varðveittu leikligu yvirvágina, og longu fimm minuttir seinni skoraði Sara Samson Lamhauge til 2-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

B36-NSÍ 0-1
Lagt var upp til ein spennandi dyst, tá nummar tvey og nummar trý brustu saman á Tórsvølli, og dysturin bleiv eisini tættur til tað seinasta. Liðini býttu spælið millum sín og komu til málmøguleikar í báðum endum.

[object Object]Á Tórsvølli í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Einasta málið kom miðskeiðis í fyrra hálvleiki, tá NSÍ fekk brotsspark, eftir at eitt langskot rakti hondina á einum leikara hjá B36. Rúna Olsen varð sett at skjóta, og hon skoraði trygt tað, sum skuldi vísa seg at gerast sigursmálið.

[object Object]Landsliðsleikarin Margun Lindholm, sum áður hevur spælt við EBS/Skála, spældi í dag á fyrsta sinni í nógv ár við NSÍ (Mynd: Sverri Egholm)

B36 legði nógv fyri at fáa útjavnandi málið, men hepnið var ikki við teimum í dag. Við sigrinum varðveitir NSÍ 2. plássið, og tær hava eisini spælt ein dyst færri enn HB, sum við sínum sigri í dag yvirhálaði grannarnar á stigatalvuni.

EBS/Skála-KÍ 0-4
Oddaliðið greiddi sína skyldu, tá tær vitjaðu á Eiði, og dysturin var í roynd og veru longu avgjørdur fyrsta hálva tíman. Evy á Lakjuni legði fyri og skoraði fyrsta málið í 8. minutti, og tá 25 minuttir vóru spældir økti Malena Josephsen til 2-0. Bert fýra minuttir seinni skoraði miðverjin Birita Ryan sítt fyrsta mál í ár, tá hon legði KÍ á odda 3-0.

Trýmálsleiðslan helt sær heilt til tíðina, sum dómarin hevði lagt afturat. Tá slóg Sanna Svarvadal sigurin fastan, og við endaliga úrslitinum 4-0 staðfesti KÍ sína støðu sum greitt oddalið í kappingini.

ÍF/Víkingur/B68 kv. - HB kv. (1-2)
19' Jensa Tórólvsdóttir 1-0
68’ Julia Naomi Mortensen 1-1
73’ Sara Samson Lamhauge 1-2

B36 - NSÍ (0-1)
23’ Rúna Olsen brotsspark 0-1

EBS/Skála kv. - KÍ kv. (0-4)
8’ Evy á Lakjuni 0-1
25’ Malena Josephsen 0-2
28’ Birita Ryan 0-3
90’ Sanna Judith Frida Svarvadal 0-4

 

Støðan í Betri deildini kvinnur

1. KÍ (30 stig)
2. NSÍ (15 stig)*
3. HB (12 stig)
4. B36 (10 stig)
5. ÍF/Víkingur/B68 (9 stig)*
6. EBS/Skála (4 stig)

*Ein dyst færri

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder