Fyri fyrstu ferð síðani 2022 er KÍ steypavinnari hjá kvinnum.
Tað ljóðar ikki sum tað er so langtsíðani, men tá talan er um KÍ, sum síðani ár 2000 hevur vunnið nú 17 ferðir, umframt tey flestu FM-heitini, so er tað ein løta.
KÍ tapti steypafinaluna fyri HB í fjør, men klaksvíkskvinnur løntu teimum hetta aftur í kvøld.
Tað sá annars einki út hjá teimum í kongabláum, tá farið var um 90 minuttir. Tá var HB á odda 2-1, og liðið hevði mist Sólju Ernstdóttir fyri steðgin. Men so tók dysturin eina vend.
Tvey mál settu punktum fyri góðari finalu
KÍ skapti nógvar vandastøður og sendi eisini Biritu Ryan úr miðverjuni fram í álopið seinastu løtuna. Hatta gav úrslit í 91. minutti.
Blaðunga Aleksandra Zachariassen legði væl innfyri, og so var Birita til reiðar: 2-2.
Tað luktaði harvið av longdari leiktíð á Tórsvølli, men KÍ vildi tryggja, at steypið kom norð aftur við áðrenn. Í síðsta minuttinum av tí, sum lagt varð afturat, smekkaði Durita Hummeland bóltin flott í netið til 3-2. Og so var øðiligur KÍ-fagnaður.
Aftanfyri 1-0 og 2-1 vísti KÍ vilja og dygdirnar at koma aftur. 19-ára gamli Birita Mohr skoraði fyrsta málið hjá KÍ og stendur skrásett fyri uppleggið til sigursmálið.
HB hevði sanniliga sín stóra part av æruni fyri, at talan gjørdist um góða og inntensa finalu á Tórsvølli. Lea Lisberg legði HB á odda í 7. minutti, og miðskeiðis í 2. hálvleiki sendi Julia Naomi Mortensen brotsspark í netið - og leiðsluna aftur til tær í reyðum og svørtum.
Men tað eydnaðist júst ikki at varðveita steypið, og nógv bendir nú á, at KÍ fer at vinna greipuna.
![]()
Samrøður og myndir á veg á Portalinum og FM
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald