Fótbóltur

KÍ vann triðja stórsigurin á rað

ÍF, uttan Jan Ellingsgaard og Uros Stojanov, hevði ongan møguleika móti einum flúgvandi KÍ-liði í Klaksvík. Seks mál og seks ymiskir málskjúttar og KÍ er til reiðar til at spæla í Champions League.

Teir í bláum og hvítum hava eina rúgvu av málum at fegnast um í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)

Teir í bláum og hvítum hava eina rúgvu av málum at fegnast um í løtuni (Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-11 22:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri einum mánaði síðani tapti KÍ 6-2 fyri B36 á Tórsvølli. Síðani hevði liðið úr Klaksvík frí frá dysti í tíggju dagar, og síðani hevur bert verið ein vegur. Teir fimm dystirnir, ið KÍ hevður leikt síðani stutta stegðin, eru endaðir 23-0 til liðið hjá Mikkjali Thomassen, og teir seinastu tríggjar hevur KÍ vunnið samanlagt 19-0. Á Skála og í Streymnesi varð ongin náði víst, og í dag gekk tað útyvir ÍF, ið vitjaði við Djúpumýrar. 

[object Object]
Eingir áskoðarar vóru til dystin í Klaksvík í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)

Myndir frá dystinum

Fuglfirðingar manglaðu skadda Jan Ellingsgaard. Liðformaðurin var týðiliga saknaður í verjupartinum, og ÍF spældi eisini uttan Uros Stojanov, sum sat á bonkinum allar 90 minuttirnar. Serbin var áðrenn dystin javnettur toppskjútti í Betrideildini, men í kvøld yvirhálaði Jóannes Bjartalíð hann við sínum 12. máli í ár og sínum fjórða í trimum dystum. Ársins leikari var ein av seks málskjúttum hjá KÍ, tó at málið hjá 5-0 helst verður skrásett sum sjálvmál. 

Jóannes Bjartalíð: - Alt riggar væl í løtuni

[object Object]
Jóannes og Jóannes eftir 3-0 málið (Mynd: Sverri Egholm)

KÍ spældi uttan Heina Vatnsdal og Ísak Simonsen, ið hava vøddaskaðar, og Ole Erik Midtskogen varð spardur í 1. hálvleiki. Mikkjal Thomassen hevði valt at fara yvir aftur til 4-4-2 leikskipanina frá byrjan - í mun til 3-5-2 sum KÍ er byrjað við í seinastu tveimum dystunum (6-0 á Skála og 7-0 í Streymnesi). Eftir eitt korter var 1-0, og tá hevði heimaliðið havt nakrar stórar møguleikar. Tað var Patrik Johannessen, ið aftur spældi ein góðan dyst, ið skoraði eftir gott innlegg frá Bjartalíð úr høgru. Smáar fimm minuttir seinni stútaði Odmar Færø eitt horna frá Patriki úr vinstru í málið. ÍF helt síðani tørn í tíggju minuttir, meðan KÍ helt á at leypa á við ferð og góðsku.  Eftir hálvan tíma var tað Jóannes Kalsø Danielsen, ið breyt væl ígjøgnum í høgru og fann "hin Jóannes", og so var 3-0. Fimm minuttir seinni fekk Jákup Nolsøe Olsen ikki boksað burtur eftir eitt KÍ-innlegg úr vinstru, og so var Páll Klettskarð, ið var við í nógvum í kvøld, til reiðar og skoraði fjórða dystin á rað.

[object Object] Páll Klettskarð sær sera vælupplagdir út fyri tíðina (Mynd: Sverri Egholm)


ÍF fekk sjálvdan hildið heilt fast í bóltinum og skapti ikki nakran veruligan málmøguleika í dystinum - tó at tað í 2. hálvleiki gjørdist nærri við. Í 1. hálvleiki royndu fuglfirðingar til tíðir at trýsta høgt við Karl Løkin og Filip Djordjevic sentralt, men tað eydnast ikki at órógva uppspælið hjá bóltryggu KÍ-leikarunum. 4-0 var ikki eitt mál ov lítið í steðginum, og stutt fyri hálvleik varð Andy Olsen skiftur inn, Hákun Edmundsson fluttur aftur í miðverjuna, og Karl fluttur longur aftur. Síðani hugsavnaðu fuglfirðingarnir seg um at standa í tveimum ketum á ávíkavist fýra og fimm og gera millumrúmið lítið. Hetta eydnaðist rímiliga væl í 2. hálvleiki, har KÍ hevði stóra leikliga yvirvág, men ikki spældi við eins høgari leikferð. Hóast hetta, og at ÍF kom nakað meira við, so vísti KÍ tó góðar álopkendar taktir og disiplin í tí verjukenda. Innskifti Dávid Langgaard hevði nakrar stórar møguleikar, men tað var Jonn Johannesen, ið var mest iblandður av klaksvíkingunum í 5-0 málinum, og Ole Erik Midtskogen ið var til reiðar og fekk seinasta fótin á til 6-0.

[object Object]

[object Object]
Myndir: Sverri Egholm

Avrikið og spælið hjá KÍ var sera sannførandi, og nú eru tvey stig upp til HB. Oddaliðið kann tó økja um munin aftur í morgin, tá AB vitjar á Tórsvølli. KÍ hevur átta dagar til stóru og spennandi Champions League-uppgávuna í Klaksvík móti slovakisku meistarnum, Slovan Bratislava. Tì uppgávuna tykist liðið og felagið at vera væl brynjað til. 

Betrideildin
16. umfar - nøkur lið hava spælt 16 (ella 17) dystir orsaka av at evropeiskar uppgávur eru fyri framman og at dystir í 17. umfari harvið vórðu framskundaðir

11.08:
KÍ - ÍF 6-0 (4-0)
15' Patrik Johannesen 1-0
19' Odmar Færø 2-0
31' Jóannes Bjartalíð 3-0
35' Páll Andrasson Klettskarð 4-0
82' Sjálvmál 5-0
86' Ole Erik Midtskogen 6-0


12.08 - í morgin:
18.00: HB - AB

19.00: NSÍ - Víkingur
            

16.08:
TB - EB/Streymur

Støðan:
1. HB 43 stig (16 dystir) 
2. KÍ 41 stig (17 dystir) 
3. B36 37 stig (16 dystir)  
4. NSÍ 35 stig (16 dystir) 
5. Víkingur 23 stig (15 dystir) 
6. ÍF 20 stig (16 dystir)
7. EB/Streymur 10 stig (15 dystir) 
8. TB 7 stig (15 dystir) 
9. AB 7 stig (16 dystir) 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder