Hondbóltur

Kiel váttar sáttmálan við Elias

Stóra týska hondbóltsfelagið sigur seg hava tryggjað sær ein av bestu miðspælarum í Evropa.

2022-09-01 11:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stóra og sigursvanda týska hondbóltsfelagið THW Kiel váttar í dag, at tey hava skrivað sáttmála við føroyska stórtalentið Elias Ellefsen á Skipagøtu. Elias fer til Kiel tá hondbóltskappingin byrjar eftir summarstøðgin næsta ár.

Sáttmálin við THW Kiel er galdandi til 20. juni 2027, skrivar heimasíðan thw-handball.de undir yvirskriftini "Fyrsti føroyingur við met-meistarunum: TKW skrivar sáttmála við Elias Ellefsen á Skipagøtu".

- Elias er eitt av størstu talentunum í Evropa sum miðspælari. Hann er kreativur og hevur skil fyri spælinum, sigur stjórin í felagnum Viktor Szilágyi um føroyska leikaran.

Hann greiðir frá, at THW Kiel hevur fylgt við føroyska spælaranum í fleiri ár.

Sjálvur sigur Elias við heimasíðuna, at hann er spentur at flyta til Kiel:

- THW Kiel er millum størstu feløg í Evropa við einum framúr góðum liði. Tað er ein heiður fyri meg at sleppa at spæla við her.

Elias sigur eisini, at stjórin og venjarin, Filip Jicha, sannførdu hann um at velja Kiel, tá teir greiddu frá ætlanunum, sum felagið hevur fyri framtíðina.

Elias Ellefsen á Skipagøtu er 20 ára gamal og spælir sostatt við IK Sävehof eitt ár afturat. Síðsta kappingarár varð hann kosin mest virðismikli leikari í svensku hondbóltskappingini. Hann skoraði 122 mál og hevði 102 ‘assists’ í 22 dystum.

Í fimm A-landsdystum fyri Føroyar hevur hann skorað 32 mál.

THW-Kiel er mannað av so at siga bara landsliðsleikarum frá alskyns evropeiskum tjóðum. Millum stjørnuleikararnar í løtuni eru norski Sander Sagosen og danski málverjin, Niklas Landin. Men teir gevast báðir, tá hetta kappingarárið er av, so Elias fær ikki møguleika at spæla saman við teimum.

Lítlibeiggi Niklas Landin, vongspælarin Magnus Landin, heldur tó væntandi fram á liðnum.

[object Object]Elias Ellefsen á Skipagøtu í A-landsdysti móti Kekkia (Savnsmynd: Sverri Egholm)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder