
Við 3-1 sigri á TB hevur KÍF spælt seg í hálvfinaluna í Bónus steypakappingini og tók við sigrinum eisini fyrstaplássið í bólki 2 og skal tí spæla ímóti nr. 2 í bólki 1, sum er Mjølnir. Tað merkir eisini, at SÍ sum tvey’ari í bólki 2 skal møta føroyameistaranum Fleyr, sum vann bólk 1.
Skuldi TB spæla seg í hálvfinaluna, so skuldi TB hava trý stig í dystinum ímóti KÍF í gjár, tí 3-2 og sostatt tvey stig hevði verið ov lítið, og tí galt “bara” um hjá KÍF at vinna tvey sett.
Hetta eydnaðist eisini í fyrstu royndunum, tí KÍF vann tey bæði fyrstu settini 25-23 og 25-17, og harvið sat TB longu eftir við svartaperi. Tað kundi tó havt verið øðrvísi, tí TB fór framum 21-19, eftir at hava verið aftanfyri 14-8, men KÍF vann næstu fýra bóltarnar og síðan settið 25-23.
Annað sett minti um tað fyrsta; KÍF var á odda 16-9, tá ið TB minkaði um munin niður í 15-16, men síðan gekk av skriðuni, og TB vann bara tvey stig aftrat, so at KÍF vann settið 25-17 – og so var KÍF í hálvfinaluni.
Fyri TB var sostatt ikki meira at stríðast fyri enn æran, men fyri KÍF snúði tað seg um at fáa minst tvey stig fyri at vinna bólkin frammanfyri SÍ, so sleppast kann undan føroyameistaranum Fleyr í hálvfinaluni, og tað sá eisini út til at fara at eydnast uttan himpr, tá KÍF legði seg á odda 18-13. Men TB spældi fyri æruni og javnaði til 20-20 og fór eisini framum 22-20 og vann settið 25-23 eftir javnleik 23-23.
Fjórða sett gjørdist tó ongantíð spennandi, tí KÍF gjørdi tíðliga eitt skarvslop upp á 14-8, og tann munurin vaks upp í 20-10, áðrenn SÍ vann settið 25-16 og dystin 3-1.
Endaligu støðurnar í bólkaspælinum í Bónus-kappingni:
Bólkur 1:
Nr | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | KÍF | 2 | 3 | 5 |
2 | SÍ | 2 | 1 | 4 |
3 | TB | 2 | -4 | 0 |
Bólkur 2:
Nr | Lið | Dystir | Settmunur | Stig |
1 | Fleyr | 3 | 7 | 9 |
2 | Mjølnir | 3 | 4 | 6 |
3 | Ternan | 3 | -3 | 3 |
4 | Dráttur | 3 | -8 | 0 |
Hálvfinalurnar, sum verða spældar í ítróttarhøllini á Giljanesi leygardagin 19. apríl, verða sostatt hesar:
Fleyr – SÍ
KÍF – Mjølnir
Steypafinalan verður spæld í ítróttarhøllini Inni í Dal Í Sandoynni leygardagin 26. apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald