Hondbóltur

KÍF vann lyklasigur á Neistanum - VÍF er nú oddalið

Hans Eli Sigurbjørnsson skoraði tíggju mál í tætta og málfátækadystinum. VÍF vann við tíggju málum á StÍF, og Team Klaksvík hongur í topp-fýra stríðnum eftir sigur á Kyndli.

Rasmus Søby royndist aftur væl fyri Neistan, men tað koppaði til Hans Eli Sigurbjørnsson og KÍF (Mynd: Sverri Egholm)

Rasmus Søby royndist aftur væl fyri Neistan, men tað koppaði til Hans Eli Sigurbjørnsson og KÍF (Mynd: Sverri Egholm)

2020-12-19 20:09 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir dagsins dystir er steðgur í kappingini í yvir tveir mánaðir. Í januar fer steypakappingin í gongd.

Sí úrslit og toppskjúttar og les um dystirnar niðanfyri. 

Burn menn
14. umfar - 19.12

Team Klaksvík - Kyndil 27-23 (12-9)
Toppskjútti: Vuk Stevanovic 10 mál

Team Klaksvík hevði tørv á at vinna dystin fyri at hanga í KÍF, og hóast spælið ikki koyrdi sum smurt og toppskjúttin í deildini, Valentino Valentakovic, varð hildin til tvey mál, so vóru klaksvíkingar stinnari enn botnliðið. Kyndil hevur annars fingið síni fýra stig í ár ímóti júst Team Klaksvík og hevði styrkt seg til dystin við Tórði Guttesen, ið hevði nógvar góðar bjargingar, og Bartali Klein Olsen. Heimaliðið bygdi eina leiðslu upp í seinnu hálvu av fyrra hálvleiki. Teir í grønum royndu at koma nærri í 2. hálvleiki, men gott spæl frá Vuk Stevanovic, nýggja kroatiska málverjanum - David Heinigman - verjuni hjá Team Klaksvík sum heild, og ov nógvar tekniskar villur forðaðu fyri tí. 

[object Object]
Beinir Johannesen - her í dystinum í fyrsta umfari sum Kyndil vann 25-23 - spældi væl og var tryggur uppá øll síni trý brotskøst (Mynd: Jens Kr. Vang)

Neistin - KÍF 22-23 (10-13)
Toppskjúttar: Hans Eli Sigurbjørnsson 10 mál, Rasmus Søby 7 mál

Eftir at kollfirðingar tóku leiðsluna tíggju minuttir fyri hálvleik á hálsi, sleptu teir henni ongantíð. Hans Eli Sigurbjørnsson gekk sum ikki einaferð á odda. Bakkurin skoraði tíggju ferðir, og hóast KÍF ikki skoraði seinastu fimm minuttirnar - tað komu ikki meira enn 45 mál í dystinum - so bar tað á mál hjá Hans Eli og liðnum sum royndir at halda fast í 4. plássinum og samstundis nærkast Neistanum. Nú eru bert tvey stig ið skilja liðini, og frástøðan hjá KÍF niður til Team Klaksvík er hin sama. Hetta var annað tapið á rað hjá Neistanum.

[object Object]

Mynd: Sverri Egholm

VÍF - StÍF 36-26 (16-14)
Toppskjúttar: Filip Jojic 12 mál, Pætur Johansen 8 mál
StÍF var við til miðskeiðis í 2. hálvleiki. Tá kom VÍF á +5 og næstu tíggju minuttirnar varð leiðslan tvífaldað. Harvið vunnu vestmenningar trygt og løgdu seg á odda í deildini. Filip Jojic var stóri maðurin hjá heimaliðnum við tólv málum - einum fjórðingi av teimum 36. 

[object Object]
Filip Jojic og VÍF fóru framvið H71 á stigatalvuni (Mynd: Jens Kr. Vang)

Støðan
VÍF 22 *
H71 21 *
Neistin 17
KÍF 15
Team Klaksvík 11
StÍF 6 
Kyndil 4

*Ein dyst færri

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder