
Í dag varð nýggjur forseti í Altjóða Olympisky Nevndini (IOC) valdur. Tað verður Kirsty Coventry úr Simbabvi sum avloysir týska Thomas Bach, sum hevur verið IOC-forseti síðan 2013.
Kirsty Coventry, sum er fyrrverandi olympiskur meistari í svimjing og núverandi ráðharri í ítrótta- og listamálum í Simbabvi, verður 10. IOC-forsetin í røðini. Hon er fyrsta kvinnan og fyrsti persónur úr Afrika at gerast forseti í IOC. Coventry er 41 ára gomul, og sostatt verður hon eisini yngsti IOC-forsetin nakrantíð, skriva altjóða miðlar.
– Eg eri fult tilvitað um mína ábyrgd sum fyrimynd, sigur Kirsty Coventry, sum heldur, at framtíðin hjá olympisku rørsluni er bjørt.
Coventry var eitt av sjey valevnum, sum bjóðaðu seg fram. Hon fekk 49 av 97 møguligum atkvøðum. Atkvøðubýtið sá soleiðis út:
- Sebastian Coe - 8
- Feisal Al Hussein - 2
- Kirsty Coventry - 49
- Johan Eliasch - 2
- David Lappartient - 4
- Juan Antonio Samaranch - 28
- Morinari Watanabe - 4
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald