 
                
                        
22 leikarar eru í føroyska bruttohópinum til undankappingardystirnar hetta vikuskifti í Høllini á Hálsi.
16 kunnu vera á dómaraseðlanum til hvønn dyst, og tvær broytingar kunnu til næsta dystarhóp.
Peter Bredsdorff-Larsen og hansara venjaratoymi hava eftir vónbrotið í gjár valt, at tveir "nýggir mans" skulu vera við í kvøld. Tann eina broytingin hevði helst komið óansæð, tí Kjartan Johansen er ein av lyklaleikarunum og leiðarunum á liðnum, og tað var greitt áðrenn, at strandingurin, ið spælir í bestu svensku deildini, ikki var so mikið birgur, at hann kundi spæla tríggjar dagar á rað.
Kjartan avloysir javngamla Áka Egilsnes sum annar av høgru bakkunum - hin er Vilhelm Poulsen.![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2021/04/30/890x590/1619812325kitqgtmwvl.jpg)
Kjartan Johansen var liðformaður, tá Føroyar vunnu á Kekkia í EM-undankappingini í apríl í fjør. Høgri bakkurin verður at síggja á vøllinum í kvøld (Mynd: Sverri Egholm)![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2020/01/12/890x590/luksemburg-foroyar-8.jpg)
Leivur Mortensen í dystinum móti Lukesemborg í Luksemborg í seinastu HM-undankapping. Nú 22-ára gamli hoyvíkingurin var ikki við í gjár (Mynd: Sverri Egholm)
Ein annar vestmenningur verður eisini avloystur í dystarhópinum, í mun til í gjár. Talan er um Sjúrð Olsen. Vinstri vongurin skoraði fimm mál í fimm-máls tapinum fyri Luksemborg, men brendi eisini nakrar ferðir, tá hann varð spældur fríur. Møguliga er hetta orsøkin til skiftið - í øllum førum kemur 22-ára gamli hoyvíkingurin, ið nú ger vart við seg í Odder í Danmark, inn í hópin. Leivur Mortensen var við, seinast Føroyar vóru í HM-undankapping.
Um møguleiki skal vera fyri at gera tað hesuferð, má liðið spæla við hægri dygd enn í gjárkvøldið. Fyrsta bríks í Høllini á Hálsi í dystunum millum Føroyar og Italia verður klokkan 19.30.
Portalurin verður aftur á staðnum í kvøld og hevur hagtøl, dystarfrásøgn, myndir og samrøður. ![[object Object]](https://cdn-ac.knassar.fo/media/2022/01/15/gallery-thumbnail/1642267121absxomlzim.jpg)
 
                 
             
    
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald