
Fýrverk var at hoyra stutt eftir róðrarnar fyri at heiðra ólavsøkuvinnararnar og føroyameistararnar úr KÍF kappróðri.
Bæði Kjósin (5 mannafør kvinnur) og Kollur (5 mannafør gentur, 14-16 ár) vóru tvey stig frammanfyri í FM-stríðnum undan dagsins róðrum. Harvið var nóg mikið at enda í topp-tvey, og appelsinlittu bátarnir við knáu kollafjarðakvinnunum lótu als ongan iva um, hvat FM skuld fara.
Kjósin vann dagsins fyrsta FM-róður sannførandi frammanfyri tættasta kappingarneytan, Fípuna Føgru. Báturin úr Klaksvík var frammanfyri eftir fyrstu tøkini, men skjótt fór Kjósin frá og vann greitt eftir ein flottan róður.
Uppaftur meira sannførandi var sigurin umborð á Kolli, sum høvdu heili seks niður til silvurvinnaran - eisini úr Klaksvík.
Stórur dagur fyri KÍF kappróður (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Kjósin vann eisini FM hjá 5-mannaførunum við kvinnum, og í ár gjørdi Kollur eisini hol í sjógvin.
5-mannafør kvinnur:
Dagsins róður
Endaliga FM-støðan (Myndir: rsf.fo)
5-mannafør gentur 14-16 ár:
10-mannaførini byrja stutt fyri klokkan 18. Myndir og annað seinni
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald