Fótbóltur

Klæmint hevur sent Føroyar á sigurskós

Tvey góð upplegg og tvey klassisk "Klæmint-mál" í fyrra hálvleiki á Tórsvølli, har Føroyar hava brent brotsspark men sita fullkomiliga á dystinum.

2020-10-13 20:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir eina heldur skinklandi byrjan á Tórsvølli setti føroyska liðið seg av álvara á dystin, og tá 18 minuttir vórðu leiktir trekti Jóannes Bjartalíð við bóltinum nakað til vinstru uttanfyri brotsteigin hjá Andorra, spældi væl innum til Meinhard Egilsson Olsen, ið rann í júst tí røttu stundini. Tætt uppá baklinjuna legði GAIS-leikarin væl útfrá til fyrrverandi liðfelagan Klæmint Andrasson Olsen, ið møtti bóltinum perfekt við høgra beininum, og so lá bólturin niðri í málhorninum. 

Føroyska yvirvágin helt fram, og stutt eftir at hálvi tími varð leiktur breyt Hallur Hansson ígjøgnum í vinstru. Innleggið við vinstra beini var sera gott og lá í einum øki, har bert metmálskjúttin í føroyskum fótbólti og greiði toppskjúttin hjá Føroyum í hesari kappingini, og rituvíkingurin kundi róliga og hegnisliga stúta bóltin í málið hjá Andorra.  

Nú tyktust okkara at tevja stórsigur, og eina lítla løtu seinni fingu Føroyar brotsspark, tá eyðsýndi Meinhard Olsen breyt ígjøgnum og varð koyrdur umkoll. Hallur tók, liðformaðurin sendi bóltin til vinstru, men málverjin fekk slongt armin út. Meinhard fylgdi upp men rakti mitt á málverjan við vinstra beininum. Bólturin kom aftur út til 23-ára gamla leikaran, sum leyp upp og stútaði, men Josep Gomes fekk jústað bóltin uppum. Gòð støðan hjá málverjanum, men føroyingar kunnu irða seg um, at tað ikki varð 2-0.

Tað kundi tað verið heilt stutt fyri hálvleik, tá Gomes fyrst bjargaði eiari frísparksroynd frá Brandi Hendrikssyni væl, og har bólturin síðani "dansaði" kring mállinjuna. 

Annars hava fleri ónollir verið - sera frá teimum hjá útiliðnum men føroyingar hava fingið trý gul kort. Tó er lítið at seta fingurin á viðvíkjandi føroyska spælinum, ið hevur verið sannførandi. Føroyar hava havt bóltin tríggjar fjórðingar av dystinum, hava havt tíggju royndir, meðan Andorra onga havt havt. Harvið stevnir liðið hjá Håkani Ericsson móti einum tryggum sigri á Tórsvølli.

Føroyar - Andorra (2-0)
19' Klæmint Andrasson Olsen (Meinhard Olsen) 1-0
33' Klæmint Andrasson Olsen (Hallur Hansson) 2-0

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder